Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Jesus ger munin

11.07.2017 - 08:25 - Ásbjørn Jacobsen

ANDAKT: ”Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guds son, hevur ikki lívið!” 1 Jóh 5,12.

Indarin Sadhu Sundar Singh var av múgvandi fólki, upplærdur í hinduismu, og var ein søkjandi unglingi. Hann las og granskaði mestsum allan eysturlendskan átrúnað, men fann ikki tann stóra sálarfriðin, sum indararnir kallaðu ”Shanti”. So kom hann á ein kristnan skúla og møtti fyri fyrstu ferð Bíbliuni og kristindóminum. Atburður hansara mótvegis Bíbliuni og kristindóminum var ógvusligur. Hann varð leiðari fyri einum bólki av dreingjum, sum vóru í uppreistri móti kristindóminum. Sundar skræddi Bíbliuna og tveitti hana í eldin. Hann fór úr skúlanum og vendi sær aftur ímóti teimum heilagu indisku bókunum. Hann las og granskaði, men sálarfriðin fann hann ikki.

Nakað seinni kom Sundar kortini aftur á tann kristna skúlan. Mótstøðan móti kristindóminum var ikki burtur, men hesaferð steðgaði hann longri. So við og við byrjaði Guds orð at arbeiða í honum.

Hann hungraði eftir sálarfriði. Hann las og granskaði í Bíbliuni. Eitt kvøldið gjørdi hann upp við seg sjálvan, at fann hann ikki sálarfrið, áðrenn náttin var av, kastaði hann seg út fyri tokið, sum koyrdi tætt fram við heimi hansara kl. 05.00. Hann orkaði ikki at søkja og leita meir. Sjálvmorð tyktist ikki vera synd fyri ein hindudrong.

Alla náttina brúkti Sundar til bøn og bíbliulesnað.

Beint áðrenn dagslýsið kom, sær hann eina sjón. Eitt ljóst skýggj fylti kamarið, og á tí sat Jesus í dýrd síni. Tá ið hann eygleiddi sjónina, helt hann, at Jesus segði við seg: ”Hví stríðist tú ímóti mær? Eg eri frelsari tín. Eg doyði á krossinum fyri syndir tínar!”
Frá teirri løtu var mótstøðan burtur, og hann kendi fyri fyrstu ferð tann stóra sálarfriðin.
Frá tí degi var Kristus hansara dýrasta ogn, og Sundar tænti Kristi í eyðmýkt og lítillætni alt lív sítt.

Tá hinduar spurdu Sundar, hvat hann fann í kristindóminum, sum hann ikki fann í hinduismuni, svaraði hann stutt og greitt: Jesus! Jesus gjørdi munin!

Tað neyðugasta í lívi og deyða er ikki, hvørji ætt ein er av, um ein er lærdur ella ikki, hvítur ella svartur, ríkur ella fátækur ...

Lívsins týdningarmesti spurningur er: Hevur tú Jesus? Eigur tú Jesus?
Tí, ”tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guds son, hevur ikki lívið.”

Eitt navn á fold av øllum ber,
tað dýra Jesunavn!
Tí særdu sál tað grøðing er,
tí troyttu hvíldarhavn.

        
Torleif Johannesen
sjómanstrúboðari

Dropar av náði