Skúlin hjá Barnamissiónini raktur av vatnflóð

Ógvusligt monsunregn hevur fingið áirnar
í Bangladesj at fara upp um áarbakkarnar, og vatn er floymt inn á Home
of Peace, skúlan hjá Barnamissiónini. Vatnið kann hava vandamiklar
sjúkur við sær, og eiturslangur leita úr holum
sínum til turrari støð. Skúlabørnini mugu halda seg inni, og skúlin er
stongdur.

– Akrarnir hjá skúlanum standa undir í
vatni, og øll grøðin rotnar. Samstundis fer prísurin á mati nógv upp,
sigur Albert Mridha, sum er leiðari hjá Barnamissiónini í Bangladesj.



400 børn ganga á skúlanum hjá Barnamissiónini Home of Peace í
Dinajpur-økinum í útnyrðingspartinum av Bangladesj. Tað er eitt øki, ið
vanliga ikki verður rakt av vatnflóð. Men í ár hevur ógvusligt
monsunregn og høgur vatnstandur í áunum havt við sær, at vanlukkan
eisini hevur rakt hetta økið.

– Tað er fyrstu ferð, at vatnflóð hevur rakt Home of Peace, og vit halda børnini heima, sigur Albert Mridha við einum suffi.


Inni í sjálvum skúlanum stendur vatnið næstan 10 cm yvir gólvhædd.
Uttanfyri er vatnið millum 20 og 30 cm djúpt. Vegurin til Home of Peace
liggur undir í vatni, og eisini jarnbreytin, ið bindur Dinapjur-økið við
høvuðsstaðin, so at koma til og frá skúlanum
er trupult.


Eiturslangur ein stórur vandi


Allir skúlar í økinum eru stongdir, og næmingarnir á Home of Peace verða bidnir at halda seg inni.


– Tað eru nøkur høg og turr støð á skúlaøkinum. Til hesi turru støð
leita slangur, tá holurnar hjá teimum fyllast við vatni. Vit hava longu
sæð fýra eiturslangur beint við skúlan, sigur Albert.


Í Bangladesj eru nakrar av verðins mest eitrandi slangum, m.a. kreiter- og kobraslangur.


Við áarvatninum kemur nógv rusk, sum kann geva skaðar. Tað skitna
vatnið kann eisini hava vandamiklar sjúkur við sær. Haraftrat er vandin
fyri at glíða í móruni og at verða tikin við vatninum stórur.


800 eru deyð í trimum londum


Í nógvum førum eru fólk deyð, tí tey eru tikin við vatnstreyminum.
Sambært bretska blaðnum The Guardian eru meir enn 800 fólk deyð og 24
mill. rakt av vatnflóðini, sum umframt Bangladesj eisini hevur rakt
sunnara partin av Nepal og norðara partin av India.
Blaðið sigur, at vatnflóðin í Bangladesj er tann ringasta í meir enn
100 ár, og at ein triðingur av landinum stendur undir í vatni. Í
Bangladesj verður sagt, at 115 fólk eru deyð, og at 5,7 mill. fólk eru
rakt av vatnflóðini.


Hús eru oyðiløgd, grøðin rotnar, og nógva staðni er ikki nóg mikið av
reinum drekkivatni. The Guardian skrivar, at ein hálv mill. hús eru
oyðiløgd, og 400 hektarar av landbúnaðarjørð í landinum er oyðiløgd.


– Tá vatnið tekur seg aftur, koma nýggjar avbjóðingar. Vatnbornar
sjúkur sum tyfus, hepatitis A og ymiskar húðsjúkur breiða seg. Prísirnir
hækka nógv á øllum vørum, tí tað hevur verið neyðugt at innflyta vørur.
Samstundis veksur fátækadømi, sigur Albert
Mridha.


Grøðin rotnar


Ein pápabeiggi ein næming á skúlanum er ein av teimum deyðu. Hann
skuldi bjarga ognum úr húsi sínum, sum vatnflóðin hevði rakt, tá hann
var rivin við av nógvum vatnstreymi. Síðani hevur ongin sæð hann, og
onkur hevur fyribils tikið sær av báðum døtrum hansara.


Home of Peace hevur roynt at gerast sjálvbjargið við mati. Umframt
fleiri túsund hønur, fiskaaling og nógv neyt hava tey stórar akrar við
grønmeti og eisini frukttrø. Soleiðis sleppa tey undan m.a. at keypa
grønmeti, og næmingarnir læra at dyrka jørðina.


Men nú standa akrarnir undir í vatni, og grøðin rotnar, sigur Albert.
Samstundis er prísurin á mati hækkaður nógv. Í einum eru prísirnir á
rísi, fiski og grønmeti hækkaðir við 30%. Dinajpur-økið veitir rís til
landið, men tá rísplanturnar standa undir í
vatni, verður landið noytt at keypa dýrt rís úr útlandinum.


Fátækadømi voksið


Veðurforsøgnirnar boða frá framhaldandi nógvum regni í langa tíð, so
støðan kann gerast upp aftur verri. Um vatnstandurin hækkar, er vandi
fyri, at garðurin uttan um skúlaøkið á Home of Peace kann rapa.


Bangladesh er eitt land, har nógv fólk longu nú liva í svárum
fátækadømi. Meir enn 30% av íbúgvunum í landinum liva fyri minni enn 16
kr um dagin. Í Dinajpur-økinum er jarðarbrúk tað vanligasta arbeiði. At
akrarnir nú standa undir í vatni, ger, at upp aftur
fleiri fólk havna í fátækadømi.


Katastrofuinnsamling til Bangladesj


Bangladesj er eitt muslimskt land við einans 0,2% kristnum. Hesin
bólkur er niðast á samfelagsstiganum og fær hjálp síðst av øllum. Tað
eru tey fátækastu børnini haðani, ið koma til Home of Peace, har tey fáa
ókeypis skúlagongd og eina vón fyri framtíðina.
Men nú er støðan hjá børnunum ring.


Barnamissiónin biður tí um eyka hjálp til tey hart raktu í
Bangladesj. Pengarnir skulu fyrst og fremst brúkast til mat til
næmingarnar á skúlanum. Vónandi kunnu pengar úr Svøríki eisini hjálpa
skúlanum at endurnýggja jarðarbrúkið og at keypa nýtt sáð.


– Góðu tit, biðið fyri støðuni her og fyri børnum okkara á skúlanum í Bangladesj, sigur Albert Mridha.


EVA RUDERSTAM





Tú kanst geva gávuna her:

Skandinaviska Barnamissiónin


Postgiro; 9870-4310471

Norðoya Sparikassi: 9865-101.620.7

Betri Banki: 9181-120.980.0

BankNordik: 6460-101.594.1

Suðuroyar Sparikassi: 9870-101.148.1




Vinarliga viðmerk gávuna "Vatnflóð"




Heimasíðan hjá Barnamissiónini:
www.barnmissionen.se





Vóni vit í Føroyum kunnu verða við til at hjálpa hesum børnum