Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Myndatekstur:

Føroyingar á bíbliuskeiði við Genesaretvatnið í 2017.

Ísraelsmissiónin 25 ára hátíðarhald

23.10.2017 - 10:02 - Ásbjørn Jacobsen

Ísraelsmissiónin varð stovnað 20. oktober 1992, og kann sostatt í ár hátíðarhalda 25 ár sum útimissiónsrørsla. Hetta verður gjørt við almennum hátíðarhaldi í missiónshúsinum í Leirvík 29. oktober klokkan 18.

Á skránni er tala, sangur, søguligt yvirlit, myndir, innsløg frá ymiskum, ið hava verið við í arbeiðinum og nógv annað. Eisini verður ein góð máltíð at fáa. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.

Hesi 25 árini hevur Ísraelsmissiónin havt 22 volontørar í Ísrael í styttri ella longri tíð. 11 summur hevur Ísraelstoymið gjørt hjálpararbeiði í Ísrael. Ísraelsmissiónini og fólk við tilknýti til Ísraelsmissiónina hava eisini skipað fyri 18 bólkaferðum við føroyingum til Ísraels.

Ísraelsmissiónin hevur hesi árini havt nógvar gestir í Føroyum, og á hvørjum ári hevur Ísraelsmissiónin stuðlað nógvum ymiskum arbeiði í Ísrael í bøn og fíggjarliga.

Ísraelsmissiónin hevur sum endamál:

- at vekja áhuga og kunna føroyingar um, hvat Bíblian lærir um Ísrael og jødafólkið og bera hesum Guds útvalda fólki gleðiboðskapin um Jesus Messias, stuðla teimum í forbøn og við kristnum næstrakærleika.