Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Í Jesusi møta vit Guðs kærleika og hvør øðrum

25.06.2017 - 08:31 - Ásbjørn Jacobsen

Allir tollarar og syndarar hildu seg nær at Jesusi fyri at lýða á hann. Og bæði Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu:”Hesin fagnar syndarum og etur saman við teimum.” Luk. 15,1-2.

Tá ið tollarar og syndarar hildu seg nær at Jesusi, var tað tí, at hann ikki vanvirdi teir, men í hvørjum einstøkum teirra sá eina menniskju, sum Guð elskaði og vildi hava við at gera, um so øll onnur vendu teimum bakið.

Í hansara eygum hevur hvør einstøk menniskja virði, tí at hon er skapað í Guðs mynd.

Hjá okkum er mangan øðrvísi. Vit hava so lætt við at skýggja menniskju, sum eru øðrvísi, annaðhvørt tað so er í hugsanarhátti, atburði og atferð, ella tey eru, sum sagt verður, útskot í samfelagnum.

Sjálvandi eiga vit ikki at vera bláoygd og finna okkum í øllum. Tað er nakað, sum eitur rætt og skeivt. Men vit eiga at siga við okkum sjálvi, tá ið hugurin til at døma og vanvirða onnur stingur seg upp í okkum:”Eisini eg eri ein syndari, sum Jesus hevur funnið og fyrigivið. Hansara náði røkkur ikki bert mær, men eisini øðrum menniskjum.”

Tá ið Jesus skuldi greiða frá, hví hann fór til borðs saman við sovorðnum menniskjum, sum mong í samtíð hansara vildu halda seg burturfrá, vardi hann seg ikki við, at tey vóru nóg góð, ella í hvussu so er líka góð, sum so mong onnur. Ein grundgeving, sum menniskju annars javnan nýta. Nei, tá hevði hann eina einastu grundgeving: at vit øll eru skapað til at hoyra Guði til og hoyra heima í hansara kærleika, og tí mátti hann leita upp hitt farna til tess at bjarga tí og bera tað heim.

Í kirkjuni, sum hann sjálvur hevur sett á stovn, hevur Jesus givið okkum eitt heim. Hon er okkara felagsheim, tí at her eru vit felags um alt tað, sum hoyrir honum til. Og tað stórbæra í hesum er, at her kann eingin koma og krevja síni serrættindi – gera sín einkarrætt galdandi – og siga: at hetta er bara fyri meg og tey, sum hugsa og halda sum eg.

Í hesum felagsheimi, sum kirkjan er, er rúm fyri øllum, tí at her snýr tað seg ikki um, hvat eg megni og havi uppiborið, men um nakað, sum eg havi brúk fyri og er mær neyðugt í samfelgnum við Jesus. Í Jesusi møta vit Guðs kærleika og hvør øðrum.

Latum okkum øll biðja!
Himmalski faðir! Armir og óverdigir syndarar eru vit, og ikki eru vit verd at lyfta eygum og hondum upp til tín í bøn; men av tí at tú hevur boðið okkum at biðja, vilja vit vera tær lýðin og koma eftir orðum tínum. Vit líta á náðiga lyfti títt, og í Harra várs Jesu Krists navni biðja vit saman við øllum tínum heilagu á jørð, soleiðis sum Jesus Kristus sjálvur hevur lært okkum:

Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli, so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! Amen.

Emil Olsen, prestur