Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Hvítusunna

03.06.2017 - 08:22 - Kelda: folkakirkjan.fo

Komandi sunnudag – 4. juni – er hvítusunnudagur. Henda høgtiðin verður hildin til minnis um, at heilagi andin kom yvir ápostlarnar (sí Ápostlasøguna 2,1-13).

Navnið hvítusunna kemur av, at í fornkirkjuni var hetta dópstíðin fram um aðrar, og av teimum hvítu klæðunum, tey vóru í, sum doypt vórðu. Navnið hvítusunna vinnur sær rætt í gomlu ensku kirkjuni, og haðani kemur tað til Noregs, Føroya og Íslands.

Tað navnið, sum annars vann fram í flestu europeisku londum, var orðið sum t.d. á donskum eitur ‘pinse’. Og tað kemur av grikska orðinum ‘pentekoste’, ið merkir 50. dagurin eftir páskir.

Høgtíðin, ápostlarnir komu saman á, var annnars gomul jødisk takkarveitsla fyri hveitiskurðin. Men í kristnu kirkjuni fær høgtíðin so ein annan dám og týdning.

Tað er annars ikki so langt síðan, at tú her á landi kundi hoyra fólk ynskja ‘gleðiliga pinsafest’. Tað hoyrist helst ikki longur. Føroyska navnið á høgtíðini hevur so altíð verið hvítusunna.

Við hvítusunnu eru vit komin so langt, at hon er seinasta stóra høgtíð í kirkjuárinum. Næsta stóra kirkjuliga høgtíð eru jólini – í einum nýggjum kirkjuári.

Men við hvítusunnu sum síðstu høgtíð í kirkjuárinum halda vit eisini føðingardag hennara. Høgtíðin fyri, at Jesus sendi talsmannin, hin heilaga andan, soleiðis sum hann hevði lovað lærusveinum sínum, áðrenn hann fór heim aftur til faðir sín eftir at hava útint tann gerning á fold, ið faðirin hevði sent hann at gera og nú uppfylti:

»Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat ið hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann taka av mínum og kunngera tykkum.«

Hvítusunnudag gekk út tað lyfti, Jesus gav, og skrivað stendur um lærusveinarnar, at »teir vórðu allir fyltir av hinum heilga anda og tóku at tala á øðrum tungumálum eins og andin gav teimum at mæla.«

Í sálminum »Hvítusunnudag tað var« lýsir Símun av Skarði hesa stóru føðingardagshending soleiðis í báðum teimum fyrstu ørindunum:

Hvítusunnudag tað var,
Andin Halgi á foldum gisti,
ljós og ugga við sær bar,
myrkrið veldi sítt tá misti.
Bjartari skein halgi login
enn á fjøllum morgunroðin.

Losnaðu tá tungubond,
orðið barst at mannasálum,
síðani um heimsins lond
ljóðar tað á øllum málum,
fyri gomlum, fyri ungum
ljóðar tað á øllum tungum.


Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com