Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Hví stúra vit?

17.09.2017 - 10:21 - Ásbjørn Jacobsen

Fyri einari tíð síðani kom eg fram á ein tekst um tað at stúra. Orðini og tankarnir góðu mær nógv at hugsa um. Eg vil tí fegin, deila teir okkara millum:

”Men hvør tykkara kann við at stúra leggja eina alin aftur at ævi síni?” Matt 6,27.

At stúra er nyttuleyst! Tú broytir ikki umstøðurnar við at stúra! Nær hava vit seinast loyst ein trupulleika við at stúra fyri honum? Kanst tú ímynda tær nakran hava sagt: ”Eg kláraði ikki at gjalda allar mínar rokningarnar, so eg setti mær fyri at eg vildi stúra meg burturúr mínari skuld. Og hugsa tær, mín sann um tað ikki virkaði! Nakrar svøvnleysar nætur, eitt sindur av neglabiti, var júst tað, sum skuldi til. Eg ilskaðist inn á míni nærmastu, tók eitt sindur av tablettum og ’vupti’, so lógu pengarnir har”

Tað hendir bara ikki! Stúranin loysir ongan trupulleika! Tú kanst ikki leggja ein einasta dag afturat lívi tínum við at stúra. Heldur øvut.

Her eru nøkur tøl, sum vísa, hvørjum vit stúra fyri: 40 % av tí hendir ongantíð. 30 % hava við hendingar í fortíðini at gera, sum vit, óansæð, ikki fáa broytt. 12% skyldast meiningum hjá øðrum, sum vit ikki fáa stýrt. 10 % hevur við okkara heilsu at gera, og hon verður bara verri av at stúra. 8 % skyldast veruligum trupulleikum, sum vit hava møguleikan at gera okkurt við.

At stúra er tí heilt nyttuleyst. At stúra er ikki bert tíðarspilla, tí tað loysir ikki nakrar av okkara trupulleikum, men tað er eisini eitt tekin um væntandi virðing og trúgv á tann livandi Gud. Tað er nokk ikki við vilja, at vit ivast um Guds almátt, men er tað ikki eins og vit eru børn sum spyrja Gud: ”Ert tú heilt vísur í at tú megnar at hjálpa mær?”

Og hví stúra tit fyri klæðunum? Gevið tykkum far um liljurnar á markini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. Men tá ið nú Guð soleiðis klæðir grasið, sum í dag stendur á markini, men í morgin verður blakað í ovnin, man hann tá ikki mikið meir klæða tykkum, tit fátrúnu? Matt 6,28-31

Skrivað hevur: Hans Kristian Justesen, Herlev