Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Hví Luther í skúlanum?

19.06.2017 - 14:20 - Ásbjørn Jacobsen

Fólkakirkjan og Mentamálaráðið hava heitt á Nám um at gera temasíðu um Luther og reformatiónina, sum tók seg upp fyri 500 árum síðan.

Olivia Weihe Hansen, lærari í kristni, hevur skrivað flestu tekstirnar og gjørt uppgávur til teir. Snartoymið hevur sett saman og gjørt tilfarið liðugt.

Í námsætlanum fyri kristnikunnleika og átrúnað verður kravt, at undirvíst verður í evangelisku luthersku læruni í fólkaskúlanum.

Í partinum kjarnaøki verður sagt soleiðis um høvuðstættirnar í kristnari trúgv, list og mentan í søguligum og nútíðar høpi:

”Hetta kjarnaøki hevur til endamáls at fáa næmingin at skilja, hvønn týdning kristin trúgv hevur fyri menniskjað. Víst verður á, hvussu kristindómur hevur havt ávirkan á menniskju og samfeløg í øldir, og hvussu henda ávirkan ger seg galdandi í dag. Dømi verða tikin bæði úr søgu og gerandisdegi. Undirvíst verður í evangelisku luthersku læruni. Ein týdningarmikil partur av hesum kjarnaøki eru trúargreinirnar og sakramentini. Næmingar í sama flokki kunnu vera úr ymsum samkomum, og tí eigur atlit at verða tikið at hesum. Roynt verður at fata og virða tær ymisku hugsanirnar um átrúnaðarligar spurningar, og viðkvom evni verða viðgjørd sakliga, so eingin kennir seg særdan. Dentur verður lagdur á høvuðstættirnar í kristnu trúnni og tað, sum kristin trúarsamfeløg eru felags um.”

Mælt verður til, at skúlaárið 2017/2018 verða undirvísingargongdir lagdar til rættis í øllum flokkunum úti á skúlunum við støði í hesi temasíðu hjá Snar um Luther, 500 ár eftir at hann var atvoldin til at reformatiónin byrjaði.

Luther verður viðgjørdur í bókini Kristni 7 (Nám 2011). Bókalisti við tilfari í Námi sæst longur niðri á temasíðuni.

Sjálvur dagurin er merktur í álmanakkanum 31. oktober í 2017 við orðunum ”upphav trúbótar Luthers”.

Skotið verður upp at lærarar í kristni, søgu og føroyskum finna saman, at leggja stuttar undirvísingargongdir til rættis, har lyklaorðini kunnu verða reformatión, mótmæli og at breiða út tekst við samtíðar miðlum á móðurmálinum, skrivar snar.fo.