Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Hitt størsta í verðini

08.08.2017 - 08:36 - Ásbjørn Jacobsen

Ja, hvat skulu vit seta fremst, og hvat mál skal ein menniskja seta sær í okkara øld? Ein tingmaður varð einaferð eftir eitt sera gott val spurdur, um hetta ikki var størsta løtan í lívi hansara. Svar hansara kom óvart á fólk og gjørdi tey bilsin: “Nei, størsta løtan í lívi mínum var tann dagin, eg bleiv eitt Guds barn.”

Ein annar kendur persónur svaraði næstan á sama hátt: “Tað størsta í hesi verð er at vera eitt Guds barn og eiga syndanna fyrigeving, frið í hjarta sínum og at enda vón um ævigt lív heima hjá Gudi.”

Hevur tað ávirkan á teg, at tú hevur tey stóru rættindini hjá barninum? Tú átti at farið at biðið við Linu Sandell: O, Jesus, lat upp míni eygu, at mína ogn eg síggja kann!

Til allar tíðir, og ikki minst í teirri materialistisku verðini, vit liva í, søkja vit mangt, sum í roynd og veru er virðisleyst. Legg merki til, hvat ið Pætur strikar undir í 1. Pæt. 1,4: “Ein óforgongiligan og óspilluligan og ófølnandi arv, sum er goymdur í himlunum til tykkara.” Ófriður, neyð og vónloysi merkir tíð okkara, og inn í hetta vónloysi sendir Harrin sína heilsan og lyfti sítt til síni børn: “Óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Gud tín!” Jes. 41,10.

Vit eru sum børn, ið ganga í skúla, og henda skúlagongdin varar, til lívið endar. Søgan kennir til mangar persónar, sum tóku ímóti tí nýggja lívinum og gjørdust ein vitnisburður fyri samtíð sína. Vit kunnu nevna Augustin, sum hevði verið á “villum vegum”. Tá ið hann møtti Jesusi Kristi, bleiv hann ein nýggjur skapningur, eitt ljós í myrkrinum.

John Bunyan hevði verið drykkjumaður. Hann møti Frelsaranum og hevur í bók síni givið okkum eina ódeyðiliga lýsing av “Pílagrímsferðini”.

Lars Skrefsrud varð umvendur í fangahúsinum, og hann gjørdist ein av teimum stóru trúboðarunum, sum enn livir í minninum á santalfólkinum. Í einari tíð, har vit næstan bara hoyra ring tíðindi, mugu vit ikki gloyma, at tað eisini í dag gongur ein veking - ein kristin veking yvir heimin.

Sum Guds børn mugu vit ikki gloyma lovsongstónan. Fyrsti sangurin, sum er nevndur í Bíbliuni, er tann, sum Móses og ísraelsmenn sungu, eftir at Harrin hevði frelst  tey frá trælabaninum í Egyptalandi, og tey vóru komin um Reyðahavið. Tá sungu tey Harranum lovsong. Soleiðis er tað altíð ein serligur sangur og frelsufrøi frá nýfrelstum í vekingartíðum.

Tú kanst lesa um Paulus, tá ið hann sat í fangahúsinum og førdi fangavaktaran til Kristus. Skriftin sigur, at fangavaktarin gleddist, eftir at hann og alt hús hansara vóru komin til trúgv.

Sum Guds børn er tað natúrligt, at vit vilja læra Harran betur at kenna. Hvussu gongur tað fyri seg? Í Sálmi 25,14 stendur: “Harrin hevur samlag við teir, ið hann óttast, fyri at kunngera teimum sáttarmál síni.”

Nakrir persónar verða nevndir í Bíbliuni sum “Guds vinur”. Eg hugsi um Ábraham, og um Móses stendur skrivað: “Men ongantíð kom aftur í Ísrael tílíkur profetur sum Móses, ið Harrin kendi andlit til andlits.” 5. Mós. 34,10.

Tað størsta her í verðini er at kenna Jesus, at vera fríur og frelstur frá syndaneyðini. Mátti innbjóðingin frá Harranum ikki verið til fánýtis. Søk Harran, meðan hann er at finna.

E. Campbell umsetti.