Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Heilsan og signingar úr Ukraina

16.06.2017 - 07:54 - Tíðindaskriv

Mínir kæru vinir!

Aftan á eitt langt og kalt vár, er summarið endiliga komið til Ukraina, og vit njóta hitan, sólskinið, grøna vøksturin og vøkru blómurnar nær skrivstovuna hjá Barnamissiónini. Vit elska okkara lítla Paradis og taka okkum væl av tí :)

Børnini eru glað fyri at hava fingið summarfrí :) Tann 11. juni letur legan í Dubechno dyrnar upp fyri treingjandi børnum, og starvsfólk okkara arbeiða hart fyri at gera summarið bjart og ógloymandi hjá Guds minstu. Vit hava nógvar ætlanir og spennandi hugskot fyri leguna :) Eg dagføri regluliga kunningina um arbeiðið hjá Barnamissiónini á okkara facebooksíðu “No corruption generation”. Tit eru væl komin at fylgja við har. Men í dag vil eg fegin senda tykkum eina lítla myndafrásøgn frá fyrsta degnum í summarskránni hjá Barnamissiónini.

Tann 1. juni var Altjóða Barnadagur, og henda dagin skipaði Barnamissiónin saman við samstarvsfeløgum fyri nógvum tiltøkum. Í bygdini Lavriv høvdu vit barnafestivalin “Landið við virðing”. 120 foreldraleys børn og børn frá 5 skúlum í Lutsk økinum vórðu bjóðað til festivalin, so í alt vóru meira enn 500 gestir. Festivalskráin var sera umfatandi: Ymiskar framførslur og konsertir, ítróttur og dansimaraton, verkstovur, skemtispøl og spurnarkappingar. Samstarvsfelagir okkara frá MES hjálptu okkum at gera døgurða til teir meir enn 600 gestirnar (børn og vaksin).

Børnini høvdu ein sera góðan og spennandi dag, fingu nógvar nýggjar vinir, nýggjar upplivingar, nýggj hugskot til at byggja landið við virðing – landið, tey ynskja at búgva í. Her eru nakrar myndir frá festivalinum:

Foreldraleysu børnini vóru serligu gestirnir á festivalinum og fingu eyka gávur frá Barnamissiónini.

Hvørt lið hevði fyrireikað eina nýggja framførslu, og eg var so ovfarin av, hvussu høgt børnini gingu upp í at vísa endamálið við ТСП rørsluni. Tað var fantastiskt!

Á festivalinum vóru vit øll sum ein stór familja. Tað var so týdningarmikið fyri børnini at kenna henda einleika.

Børnini vístu áhuga fyri bløðunum hjá Barnamissiónini og settu nógvar spurningar. Tað stóð øllum í boði at fáa andaligan lestnað.

Og sjálvandi vildu øll sleppa upp á mynd saman við kendu bamsuni Palla Pumm (Peter Plys)

Øll tey vitjandi fingu bjóðað døgurða, sum var greytur, pylsur og salat. Hetta er nakað, børnum dámar!

Omaná ótu børnini meir enn 50 kg av kaku! Tey flestu av børnunum komu frá fátækum familjum, og kaka er sera leskiligt og forkunnugt hjá teimum :) Tey vóru so glað fyri kakuna!

Meðan øll børnini ótu, kom ein lítil genta upp aftur til borðið og spurdi: Kann eg fáa eitt lítið kakustykki aftrat til mammu mína? Eg ætlaði at goyma eitt petti til hana, men kakan smakkaði so væl, at eg visti ikki av, fyrr enn eg hevði etið alt. Eg ætlaði veruliga at gleða mammu, og so var kakan etin … Hon hugdi so biðjandi upp á okkum, hon var so bilsin, at onki var eftir av kakuni .. Sjálvandi góvu vit henni eisini kaku at geva mammuni :)

Aftan á døgurða kundu børnini velja seg inn á ymiskar aktivitetir so sum ítróttarkappingar, boðrenning, dansimaraton og undirvísing í ymiskum fakum. Øll funnu okkurt spennandi at gera, og tá vit vaksnu sóu smílini og lýsandi eyguni á børnunum og hoyrdi tey rópa av spenningi og flenna av gleði, gjørdust vit heit um hjørtuni.

Fyri børnini var festivalurin eitt veruligt undur, tað var sum um eitt ævintýr gjørdist veruleiki, og eg eri vís í, at tey fara at minnast henda dagin alt lívið.

Saman við sjálvbodnum og samstarvsfeløgum var Barnamissiónin eisini partur av barnafestivalinum “Míni ljósu barnaár” í Lutsk. Vit vitjaðu børnini á barnasjúkrahúsinum í Volyn, ið er økissjúkrahúsið í Lutsk økinum. Eisini vóru vit á vitjan á TBC og psykiatriska sjúkrahúsinum og vitjaðu børn í varðhaldinum í Lutsk. Eg havi talt upp og eri komin til, at 1. juni heilsaði Barnamissiónin upp á 3800 børn.

Ja, Gud er góður, og vit takka honum altíð fyri tykkum, okkara kæru stuðlar og samstarvsfelagar! Summarið er júst byrjað, og Barnamissiónin hevur fyrireikað ógloymandi túrar og spennandi upplivingar til børnini.

Kæru stuðlar!
Vegna tey treingjandi børnini í Ukraina takka vit Gudi fyri tykkum, tykkara familjur og lond! Vit ynskja tykkum øllum eitt ljóst og ógloymandi summar!

Heilsan og signingar úr Ukraina

Lyudmyla Lonyuk og starvsfólk
Barnamissiónin í Ukraina

Tygum kunnu eisini stuðla Barnamissiónini við at RINGJA 905657
og kr 100 verða skuldskrivaðar tíni telefonrokning.

Skandinaviska Barnamissiónin
Við Jesusi - fyri børnini