Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Guds nærvera

14.09.2017 - 11:42 - Ásbjørn Jacobsen

„At royna at vera eydnusamur uttan nærveru Guds, er tað sama sum at royna at hava ein bjartan dag uttan sólina“ A.W. Tozer.

Tað er gott at steðga á og seta erligar og rannsakandi spurningar. Tað er galdandi í so nógvum viðurskiftum. Men teir týdningarmiklastu spurningar, vit kunnu seta, er um okkara andaligu støðu sum einstaklingar og samkoma. Manglar nakað í okkara lívi? Manglar nakað í okkara samkomum og kirkjum? Er alt, sum tað eigur at vera? Síggja vit nóg nógv av Guds ríki og ávirkan okkara millum?

Tað er nakað, sum rørir seg í okkara landi. Tað er ein vaksandi longsul og neyð eftir Gudi, eftir Hansara nærveru. Og hetta eiga vit at takka Gudi fyri, og biðja um, at fleiri og fleiri skulu fáa størri longsul eftir Honum.

Vit eiga at síggja nógv fleiri menniskju venda um, gera Jesus til harra og gerast sannir lærisveinar. Vit eiga at vera í einari støðu, har grøðingar og undur eru púra natúrligur partur av kristna lívinum. Júst sum hjá teimum fyrstu kristnu, sum vit fáa so gott innlit í í Ápostlasøguni. Vit eiga at síggja kristna ávirkan á øllum økjum í samfelagnum og á øllum stigum. Ikki minst eiga vit at síggja familjur, sum trívast og eru góður karmur um kristna uppaling.

OKKUM TØRVAR NÆVERUNA
Tað er serliga eitt, sum vit eftir mínum tykki eiga at hava nógv meiri ímillum okkum, og tað er nærveran. Gud vil ikki bara vitja okkum av og á, men Hann vil vera nær hjá fólki Sínum. Hann er nær hjá okkum, tá ið vit bjóða Honum vælkomnum og geva Honum rúmd. Nærveran verður veruleiki, tá ið vit sum einstaklingar seta okkum fyri at hava djúpari samfelag við Hann. Eitt inniligt og erligt samfelag við Gud í Heilaga Andanum. Latið okkum raðfesta tað týdningarmesta í lívinum: okkara samfelag við Gud. Hann, sum hevur skapt okkum, sum elskar okkum, sum hevur frelst okkum og sum hevur dreymar fyri okkara lívi. Hann ynskir, at vit skulu eydnast í fult mát.

Vit hava brúk fyri Guds nærveru, at Guds ríki og Hansara virði koma til sjóndar. Tað eru virðini, ið eru í hesum kongaríki, t.d. rættvísi, friður og gleði, heilagleiki og kærleiki. Tað er so, at tað er nærvera ella Guds hjarta, ið hitar hjartað, ið er kalt ella fløtt. Einki annað menniskja fær skrúvað andaliga hitan hjá tær upp. Tað kann bara Gud gera við Sínum Heilaga Anda. Tað er bert Gud, sum kann gera okkum meira brennandi. Vit kunnu eggja hvønn annan og hjálpa hvør øðrum, men tað er Gud, sum tendrar ein eld í hjørtum okkara við Sínum Anda. Og hann má sleppa tað – hann má sleppa at fáa fatur í okkara hjørtum. Tað kalda hjartað verður heitt av Hansara heita hjarta.
Kom til Hann sum tú ert! Verð sannur! Slepp øllum undanførslum, og lat ei mannaóttan køva, men sig: Gud her eri eg, broyt mítt hjarta! Eg vil hava eitt hjarta sum brennur, eitt hjarta sum er heitt, eitt hjarta sum slær í takt við títt hjarta, Gud!

Hvat gleðir Guds hjarta? Hjørtu sum eru brennandi, sum hava eldhuga fyri Hansara ríki, og liva fult og heilt fyri Hann í fylling og leiðslu Heilaga Andans. Tað er her vit fáa styrki. Tað er her, vit fáa vísdóm. Tað er her, vit verða myndað til at líkjast Jesusi meir og meir. Tað er lívið í Hansara nærveru, ið er okkara grundarlag fyri at kunna fara út og broyta heimin. Tað er Guds nærvera, sum ger munin í okkara lívi, á okkara arbeiðsplássum, í okkara skúlum og í samfelagnum sum heild.

LJÓSIÐ SKAL SKÍNA
Gud ynskir, at Hansara ljós skal skína. Jesus segði, at Hann var ljós heimsins (Jóh. 8,12), men Hann segði eisini í fjallaprædikuni, at tit eru ljós heimsins (Matt. 5,14). Gud ynskir ikki, at vit skulu vera eitt lítið ljós, nei, Gud ynskir, at vit skulu vera eitt stórt og kraftmikið ljós, sum beinir myrkrið burtur. Styrkin á tí ljósinum er beinleiðis úrslit av dýpdini av okkara samfelag við Gud. Meir vit liva í Hansara nærveru, meir vit lata Hann sleppa framat at mynda okkum, bjartari skína vit. Vit mugu ongantíð gloyma, at tað er Gud, sum skínur ígjøgnum okkum, men Hann má sleppa at skína ígjøgnum okkum. Og tað er bert í Heilaga Andanum, vit kunnu uppliva nærveruna, tí mugu vit loyva Heilaga Andanum framat og loyva Honum at vera talsmann. Hann er okkara vinur, ráðgevi og lærari og tann, ið kastar ljós á Jesus og ger Hann livandi fyri okkum og heiminum. At liva eitt lív í Heilaga Andanum og fylling Hansara, er at liva í Guds nærveru. Eitt lív í bøn er eitt lív í Hansara nærveru. Eitt lív í Guds livandi Orði er eisini eitt lív í Hansara nærveru.
Ljósið skal skína bjart úr okkara lívi. Ikki tí vit eru so góð, men tí Jesus, ljós Guds, býr í okkum.

Lovsangurin „Skín, Jesus, skín“ er sera góður og verður javnan sungin í samkomum og missiónshúsum í okkara landi. Hesin sangurin hevur ofta nomið við mítt hjarta. Ikki bert tí lagið er sera gott og fangandi, men tí orðini eru ein so kraftmikil kunngerð um Jesus sum skyn Guds. Her er fyrsta vers og niðurlagið:

Ljós Tíns kærleika skínur, Harri,
lýsir upp mitt í heimsins myrkri,
Jesus, Tú heimsins ljós, skín á okkum,
frí skal sannleiki Tín gera okkum,
skín á meg, skín á meg!

Skín, Jesus, skín,
fyll várt land við tí dýrd, Tú hevur;
blás, Andi, blás, hjørtu set í brand!
Fløði um lond sterkir streymar av náði Tíni.
Frem verk Títt, Gud,
kveik í myrkrinum ljós!

GUD VIRKAR Í OKKUM
Gud kann og vil virka í okkara hjørtum. Tú hugsar kanska: „Eg havi kent meg „turran“, andaliga veikan og havi saknað andaligan hita í áravís! Hvat skal eg gera? Hvat kann eg gera? Her er reinlyndi og bøn lyklaorðini. Í Filippibrævinum 2. kap. vers 13, lesa vit: Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum.

Gud kann broyta og ávirka okkum. Hann vil virka í okkum, so at vit byrja at vilja Guds vilja, sum er, at vit nærkast Honum, at vit liva saman við Honum. Tá ið vit biðja Gud av fullum huga um at virka í okkum, hevur tað góða ávirkan á okkum persónliga, familjur, samkomur og samfelagið. Gud er góður og Hansara vilji fyri okkum er góður.

Latið okkum seta sum fremsta mál at læra Gud betur at kenna og at liva í Hansara nærveru til stóra signing fyri onnur og til stóra gleði hjá Gudi. Mín bøn er, at vit siga ja til Guds kall um at liva nær hjá Honum og at spegla Hansara dýrd í einum heimi, sum er uttan vón og tørvar frelsu og endurreisn.

Brot úr bókini Lívið nær Gudi eftir Rúna Rasmussen.