Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Grønlandstoymið farið avstað

11.08.2017 - 14:49 - Tíðindaskriv

Í morgun fór Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini avstað. Fyrst gongur leiðin til Íslands og so víðari til Grønlands í morgin.

Hetta er áttinda árið á rað, at eitt toymið frá Heimamissiónini fer til Nuuk at syngja og boða Guds orð. Toymið býr á Sjómansheiminum í Nuuk og kemur at arbeiða í og út frá heiminum.

Eins og undanfarnu ár, kemur toymið at virka við á andaktum og bíbliutímum á sjómansheiminum.

Harafturat kemur toymið at vitja kirkjur og samkomur, fangahúsið, ellisheim, sjúkrahúsið, ... og at vitja umborð á skip sum koma inn í Nuuk.

Í ár eru 10 fólk við í toyminum, sum verður aftur í Føroyum 22. august.

Toymið takkar bæði fyri stuðul og forbøn.