Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Gott høvi at stuðla Sunnudagsskúlanum á talvudegnum

06.10.2017 - 16:56 - Ásbjørn Jacobsen

Sunnudagin 8. oktober, sum er 17. sunnudag eftir tríeindardag, er talvudagur fyri Sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Í onkrum kirkjum er tað annan sunnudag.

Sunnudagsskúlin virkar í flestu bygdum í landinum. Harumframt hava føroyskir sunnudagsskúlar í Danmark tilknýti til Heimamissiónina í Føroyum. Mong eru børnini kring landið, sum trúliga møta upp viku eftir viku.  
 
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur barna- og familjuráðgeva í fulltíðarstarvi, hvørs uppgáva millum annað er at stuðla arbeiðinum og hjálpa sunnudagsskúlunum kring landið við frálærutilfari, ráðgeving og menning av sunnudagsskúlaleiðarunum.  
 
Umframt sunnudagsskúlaarbeiðini kring landið eru fleiri summarlegur í Nesvík og aðrastaðni hvørt summar. Mong hundrað børn leita sær hvørt ár á legu, har tey eru til bíbliutímar og stuttleika sær úti og inni í góðum tryggum kørmum. Seinastu árini er luttakaratalið vaksið støðugt.  
 
Arbeiðið hjá Sunnudagsskúlanum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður fíggjað við gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.   Sunnudagsskúlin takkar hjartaliga fyri vælvild frá kirkjuráðum og kirkjufólki og fyri gávuna, sum kemur inn.