Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Gospelkórið VOX framførir GLORIA

28.09.2017 - 21:31 - Ásbjørn Jacobsen

Komandi vikuskiftið fer gospelkórið VOX at hava konsertir í trimum kirkjum í Føroyum.

Fríggjakvøldið 29. sep. kl. 20.00 í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Leygarkvøldið 30. sep. kl. 20.00 í Vesturkirkjun í Tórshavn.
Sunnudagin 01. okt. kl. 16.00 í Christianskirkjuni í Klaksvík

Gospelkórið VOX var nógv at hoyra fyri nøkrum árum síðani. Kórið sang til konsertir, gudstænastur
og møtir í nógv ár, men gavst í 2011. Eftir steðg í 6 ár fer kórið nú at framføra aftur. Sangarar í
kórinum eru fólk, sum hava verið við upp ígjøgnum tíðina og sum eru búsitandi í Føroyum.

VOX fer at framføra verkið GLORIA eftir Tore W. Aas, sum er best kendur sum kórleiðari í Oslo Gospel
Choir. Tore W Aas skrivaði verkið GLORIA í 1996. Verkið er skrivað sum ein gudstænasta við teimu
ymisku liturgisku liðunum úr klassisku gudstænastuni – kyrie, gloria, Sanctus, trúðarjáttan, faðirvár,
Agnus dei og signingini.

Ásbjørn Berthelsen er kórleiðari hjá VOX, og hevur stjórnað kórinum síðani 1998. Eisini hevur hann
umsett verkið til føroyskt.

Konsertirnar eru ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til tær útreiðslur, sum eru í sambandi við
tiltakið.