Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Gleð teg í Harranum

20.06.2017 - 09:38 - Kelda: tabor.fo

Andakt: Gott tað er Harranum at prísa, og tínum navni at lova, tú hægsti. Sálmur 92,2.

Nehemia segði við Ísraelsfólk, at tey skuldu gleðast og ikki syrgja, tí ”gleðin í Harranum er styrki tykkara...”(Neh. 8,10). Fólkið var tyngt av sorg eftir, at hava hoyrt lógina upplisna. Tá tey hoyrdu hana upplisna, varnaðust tey sítt ólýdni og sína synd. Men Nehemia bað tey gleðast, tí dagurin var halgaður til Harran.

Sálmur 92 er ein hvíludagssálmur. Vit fáa ikki at vita, hvør rithøvundur er, men sálmurin er í samlingini hjá Dávidi kongi. Sálmurin lærir okkum somuleiðis at gleðast í Guði.
Sálmaskaldi hevur góðar royndir við at boða um Guðs góðsku (”kærleika” í ensku umsetingunum) um morgunin og Guðs trúfesti um kvøldi (v. 2).
Hevur tú nakrantíð roynt tað?

Um ikki, so gera eina roynd um morgunin við at lesa Róm 5,5 upp fyri tær sjálvum og gev tær far um, hvat versi sigur: ”...kærleiki Guðs er útheltur í hjørtum okkara við heilagum anda, sum okkum er givin”. Ella tú trívur í ein sang, sum t.d. ”Guðs kærleiki er nógv nógv størri” (nr. 27 í HMS).

Soleiðis kanst tú boða Guðs kærleika til tín sjálvs, til egna uppbygging. Tú kanst eisini boða Guðs kærleika til onnur við at lýsa, at Harrin rættvísur er (v 16).

Um kvøldi kanst tú geva tær far um, hvussu Guð hevur verið trúfastur ígjøgnum dagin. Guð hevur forsyrgt tær, vart teg, leitt teg, signa teg, o.s.fr. Ein góður sangur um Guðs trúfesti er ”Stór er tín trúfesti, áh Guð, mín faðir” sum helst er íblástur frá Harmlj. 3, 23.

Sálmur 92 eggjar okkum eisini til at líta á, hvat Guð gerð í lívi okkara og hvat Guð hevur gjørt farnu tíð. Fylgja vit hesi fyrimynd, so fáa vit eyga á nógv gott, sum gevur okkum gleði.

Hugsa tær at tú hevði ein ringan dag. Tað gekst tær ikki eftir vild og veðri var sera ringt. Tá tú setti teg at hava andakt um kvøldi, varð tað trupult fyri teg at hugsa um Guðs kærleika og trúfesti. Tað, sum miseydnaðist á degnum, fylti tankarnar. Men um tú spurdi teg sjálvan, hvat Guð hevði gjørt fyri teg farnu vikuna, mánaðin ella ári? So varð helst okkurt gott at hugsa um.

Gev tær tí tíð til at takka um kvøldi og far so glaður í song, sum Luther hevur skriva í lítlu katekismu.

Ert tú byraður av tíni synd? So eru góð tíðindi til tín. Eins og Nehemia kundi siga við fólkið, at tey áttu at gleðast, kann eg siga tær at tú eisini eigur at gleðast, tí at í dag er ein náðidagur. Í dag kanst tú trúgva, at Jesus er deyður fyri tína synd og harvið goldið kostnaðin fyri hana.

Gakk so víðari gjøgnum lívi saman við Jesusi. Sálmur 92 gevur tær nakrar fyrimyndir at fylgja; tú eigur at liva eitt rættvíst lív, tí tað vil Guð altíð vælsigna, eisini tá ið tú ellist. Tú eigur eisini at lýsa Guðs rættvísi, so onnur kunnu síggja Guð ígjøgnum teg. Jesus sigur við sínar lærusveinarnar ”tit eru ljós”.

Harrin signi teg!

Ernst Magnussen