Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Gevst ikki!

11.08.2017 - 08:17 - Ásbjørn Jacobsen

“Ver tú trúgvur líka til deyða, og eg skal geva tær lívsins krúnu!” Opb. 2,10

Hetta er ein spennandi tíð og ein álvarslig tíð, vit liva í. Hetta er ein tíð við møguleikum, nú við endan á tíð náðinnar. Gud hevur litið okkum eina uppgávu upp í hendur. Tað ræður um lív og deyða, um frelsu ella glatan.

Við øll munagóð bjargingartiltøk verður manningin lærd ferð eftir ferð: verð verandi á tínum staði, savna teg um tína serligu uppgávu. Tey kristnu bjargingartiltøkini eru neyvan so úrslitagóð, sum Jesus hevði vónað, tá ið hann sendi lærusveinarnar út við orðunum: “Mær er fingið alt vald í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda og við tað, at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.” Matt. 28,18-20.

    Vit eru send av honum, sum hevur alt valdið.
    Vit eru send til øll fólkasløg.
    Vit skulu gera tey til lærusveinar.
    Vit skulu doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda.
    Vit skulu læra tey at líta heilt á Guds orð.

Hevur Gud broytt meining? Jesu endamál er enn hitt sama. Lærusveinar hansara, altso vit, skulu náa allan heimin við evangeliinum. Tað fara vit ongantíð at megna, um vit leggja okkum út í eitt og hvørt orðaskifti ella renna higar og hagar eftir stórum andaligum upplivingum. Tað fara vit bert at megna, um vit verða har, sum Gud hevur sett okkum.

Ein maður segði einaferð: “Um eg skuldi peika á ein tann størsta meinbogan í Guds ríkis arbeiði, so eru tað hesi bæði orðini: UM BERT.

Um eg bert hevði tey evnini, hann hevur. Um bert eg var 20 ár yngri! Um bert eg hevði meira tíð. Um bert – um bert – um bert. Hyggja vit at støðuni við trúarinnar eyga, so er tað, sum vit hoyra Jesu orð: “Hjá menniskjum er hetta ógjørligt, men hjá Gudi er alt gjørligt.”

Ja, nettupp, og gevst tí ikki. Meðan ein herprestur hjálpti einum doyggjandi hermanni, spurdi hann tann unga mannin, um hann hevði eini boð til mammu sína. “Ja,”segði hann, “sig við hana, at eg doyggi sum ein lukkuligur maður. – Er tað okkurt annað, eg kann gera fyri teg?” spurdi herpresturin. “Ja, skriva til sunnudagsskúlalærarinnuna og sig henni, at eg doyggi sum ein kristin vegna hennara undirvísing!”

Herpresturin skrivaði til mammuna og sunnudagsskúlalærarinnuna, sum hin doyggjandi maðurin bað um. Eftir fáum vikum fekk hann bræv aftur frá sunnudagsskúlalærarinnuni, sum skrivaði: “Má Gud sýna mær miskunn. Fyri einum mánaði síðani gavst eg sum sunnudagsskúlalærarinna, av tí at eg kendi, at tað gekk ongan veg hjá mær. Bangin og ótrúgv hevði eg slept tí arbeiðinum, sum Gud hevði givið mær. Beint eftir at eg hevði sagt hetta arbeiðið frá mær, kom brævið, sum segði frá, at eg hevði verið orsøkin til, at hesin drongurin kom til Kristus. Eg skal beinanvegin fara aftur til prest og siga við hann, at eg skal royna aftur í Jesu navni og vera trúgv til endans.” Ja. “Ver tú trúgvur líka til deyða, og eg skal geva tær lívsins krúnu!”

Vit skulu lata ljós okkara skína. Boðini frá Harranum ljóða: “Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni.” (Matt. 5,16)

Ein søga verður søgd um ein vitameistara. Hann tók eitt lítið kertiljós úr skuffuni, tendraði tað og fór at ganga upp eftir teimum mongu trapputrinunum í vitanum.

“Hvar fert tú?” spurdi ljósið. – “Eg skal heilt upp í toppin á torninum.” – “Hví?” – “Eg skal føra skipini trygt í havn,” ljóðaði svarið, “kanska eru nøkur skip úti á tí uppøsta havinum beint nú, og tey hyggja eftir ljósinum.” – “Ja, men einki skip sær mín lítla eldsloga,” segði ljósið. – “Tað kann væl vera, at tín logi er lítil, men tú skalt bara halda ljósið brennandi og skína, sum tú best kanst, og so lata restina upp í hendurnar á mær.”

Tá ið tey komu upp í toppin, tók vaktarmaðurin tað lítla ljósið og tendraði allar lampurnar, sum stóðu so skínandi blankar við teimum stóru afturskinsskermunum aftanfyri. Teir sendu eina bjarta ljósglæmu til øll skipini, sum skuldu í havn.

Sum kristin mást tú ikki undirmeta títt virki, av tí at tú heldur, at tú hevur ikki evnini, og tú kanska heldur, at tú ert settur eitt løgið stað at tæna Harranum. Tú skalt bert lata ljós títt skína fyri Jesus har, sum hann hevur sett teg. Tað er tørvur á øllum ljósum, hvørt á sínum staði. Eitt lítið ljós á einum myrkum staði hevur stórt virði.

Effie Campbell umsetti.