Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Fyrilestur við Vassulu Rydén – Kendasti kristni profeturin í okkara tíð

30.05.2017 - 19:43 - Ásbjørn Jacobsen

Tíðindaskriv í samband við vitjanina hjá Vassulu Rydén í Føroyum 4. juni 2017.

Í Vesturkirkjuni 4. juni kl.19.00


Vertir: Fólkakirkjan og Mariukirkjan
Presentatión: Jon Sigurd Hansen, tolkur: Erla Maria Simonsen
Vassula Rydén er kendasti kristni profeturin í okkara tíð. Hon fylgir í siðalæruni hjá Birgittu av Vadstena og virkar í somu profetisku tænastu. Hon hoyrir til ta griks-ortodoksu kirkjuna, er gift svenskum diplomati og býr í Grikkalandi.

Í sínum fyrilestrum fortelur hon um teir boðskapir, sum hon í meira enn tríati ár hevur skrivað niður frá Kristusi og sum hava havt ta ávirkan, at túsundavís av menniskjum hava funnið íblástur til eina livandi trúgv. Boðskapirnir eru týddir til fleiri enn 42 tungumál og handla um sameining millum Guð og tann einstaka og millum menniskju sum heild. Guðfrøðingar hava skrivað fleiri bøkur um hennara profetisku royndir og boðskapir.

Vitjanin hjá Vassulu undirstrikar eisini samstundis hennara lívsøgu, sum júst er komin út á Forlagnum Scandinavia Himlen er virkelig, Helvede ligeså:http://www.scandinavia.as/himlen-ervirkelig-helvede-ligesa.

Síðani 1988 hevur Vassula Rydén hildið fleiri enn 15oo fyrilestrar í fleiri enn 85 londum, m.a. innanfyri ST og Kirkjuliga Heimsráðið í Geneve. Hon hevur fleiri ferðir tosað fyri meira enn 400.000 menniskjum. Hon fær javnan innbjóðingar frá menniskjum í teimum stórum kirkjusavnaðunum og í fleiri førum eisini frá umboðum fyri aðrar átrúnaðir. Í 2003 fekk Vassula Rydén, sum sjálv stendur fyri at boða tann kristna boðskapin, ein interreligiøsan heiður fyri friði, stovnaður av buddistum, fyri hennara íkast og stremban fyri friði millum menniskju og átrúnaðir.

Vassula er nú fyri fimtu ferð á vitjan í Norðurlondum. Á hesi ferðini vitjar hon í Danmark, Norra, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Grønlandi og í Føroyum. Hetta er triðja ferðin Vassula vitjar í Føroyum. Ein neyv lýsing av Vassulu finst í hennara bókum og á alnótini á síðunum www.tlig.org og www.sandtlivigud.dk.

Harumframt kann lesast um hana í bókunum hjá lektara dr. theol. Niels Christian Hvidt: Christian Prophecy – the Post-Biblical Tradition, Oxford University Press 2007 (fororð eftir Páva Benedikt XVI – sí www.christian-prophecy.org) og Mirakler – Møder mellem Himmel og Jord, Gyldendal 2001 (sí www.mirakler.info).