Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Fyrigeving

14.06.2017 - 08:57 - Ásbjørn Jacobsen

Fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara. Matteus 6,12.

Høvuðsorðið í skriftorðinum í dag er orðið: fyrigeving. At Guð fyri Jesu skuld vil fyrigeva okkum allar syndir okkara eru mong dømi um í halgubók, og mong okkara taka tað sum nakað sjálvsagt.

Men tá ið nú Guð í náði síni og mikla kærleika vil fyrigeva okkum, og enntá kanska eisini onnur menniskju vilja fyrigeva okkum, vilja vit tá eisini fyrigeva teimum?

Tú hevur kanska stikni til granna tín ella onkran annan. Tað er eitt ella annað, sum hann hevur sagt ella gjørt, og tað vilt tú ikki fyrigeva honum, og tí vilt tú einki hava við hann at gera. Tú vilt hvørki tala við hann ella heilsa upp á hann. Tú vilt ikki sita í stovu saman við honum, tí at tú kanst ikki fyrigeva honum tað, sum hann hevur sagt ella gjørt.

Er hetta tín søga? Er tað tú, sum fegin vilt hava ta fyrigeving, sum Jesus rættir tær, men ikki vilt fyrigeva lagsmanni tínum, granna ella næsta?

Væl vita vit, at hetta kann vera lættari sagt enn gjørt, alt eftir hvat málið snýr seg um. Ymisk viðurskifti kunnu gera seg galdandi, sum ikki eru so eyðsýnd, greið og einføld.   

Men ferð eftir ferð verða vit í halgubók sett andlit til andlits við hetta kravið um at fyrigeva, tí at okkum er fyrigivið. Og vit sleppa ikki undan at stríða fram ímóti málinum, hóast tað at sagt verður, at vit verða frelst av náði, og at hetta málið ikki er frelsugrundarlag í sjálvum sær.

Kravið um at gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað verður tó standandi.

Eins og Guð vil fyrigeva okkum misgerðir okkara, soleiðis eiga eisini vit at fyrigeva hvør øðrum.

Latum okkum øll biðja!
Himmalski faðir! Armir og óverdigir syndarar eru vit, og ikki eru vit verd at lyfta eygum og hondum upp til tín í bøn; men av tí at tú hevur boðið okkum at biðja, vilja vit vera tær lýðin og koma eftir orðum tínum. Vit líta á náðiga lyfti títt, og í Harra várs Jesu Krists navni biðja vit saman við øllum tínum heilagu á jørð, soleiðis sum Jesus Kristus sjálvur hevur lært okkum:

Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli, so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! Amen.

Emil Olsen, prestur