Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Forvitnislig konsert við fólkatónleiki

06.06.2017 - 13:02 - Ásbjørn Jacobsen

Um tær dámar fólkatónleik verður nú møguleiki at lurta eftir ágrýtna og nýskapandi bólkinum Rend Collective úr Írlandi, sum í løtuni eru á konsertferð í Evropa.

Rend Collective er ein kristin norðurírskur bólkur, ið spælir nýskapandi fólkatónleik. Síðan 2010 hevur bólkurin verið sera virkin á altjóða pallinum og útgivið sjey útgávur umframt fleiri stakløg. Eisini hava tey verið í uppskoti til fleiri virðislønir, m.a. á kendu amerikansku útvarpsstøðini K-love.

Bólkurin hevur áður verið á konsertferð við eitt nú Chris Tomlin, Christy Nockels og Kari Jobe, ið eru kend nøvn innan kristna tónleikapallin.

Heili 12 fólk eru við í ferðaliðnum, ið kemur til Føroyar í dag. Konsertin verður 8. juni í Kelduni í Skálafirði.