Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Forsøgnin um torførar tíðir

04.06.2017 - 18:37 - Ásbjørn Jacobsen

Mong av mínum fyrstu náðisystkjum livdu meginpartin av lívinum í ræðuligari trongd. Tá tey játtaðu við munninum hjartans trúgv sína á Jesus, sum Harra, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu blivu tey dripin. Men sambært Jóh. 16, 33 er lagnan um líðingar hjá børnum Guds løgd frammanundan. Skriva stendur at, “í heiminum hava tit trongd.” Og mitt í øðiligu jagstranini eftir samkomuni í forntíðini, tá profeterar Paulus um eina heilt aðra tíð. Talan er um 2. Tim. 3, ið tekur samanum forsøgnina um torførar tíðir á síðstu døgum. Paulus skrivar soleiðis til sín góða og høgt elskaða vin, Timoteus:

“Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.” (2. Tim. 3, 1).

Um vit eina løtu ímynda okkum Timoteus sum ein skemtingarsaman mann, so kundi hann verið freistaður, at skriva aftur og spurt Paulus um fyrsta ørindi í brævinum er skrivað í speisemi. Tí uppaftur meira torførar tíðir hjá teim trúgvandi, enn tað ræðuliga tíðarskeiðið undir stjórnarskipanini hjá Nero – vóru uttan iva ringar, at fáa eyga á hjá Timoteusi.

Men Andi Guds kemur øllum teimum til hjálpar, ið veruliga tysta eftir bíbilska sannleikanum. Í hesum førinum verður tikið samanum síðstu samkomutíð okkara, har fyrsta ørindi lýsir burðartíðina hjá tí skjótt komandi dóminum yvir allan heimin. Talan er um eitt systematiskt fráfall á síðstu tíð, tá allur kristin moralur og øll kristin virðir verða vrakað av teimum flestu.

Orðini "torførar tíðir" merkja tungar, ringar, strævnar ella vandamiklar tíðir. Sjálvt orðið "torførar," er einans nevnt í Matt. 8, 28 í sambandi við tveir menn við illum anda. Hetta orðið lýsir hesar menn, at vera ógvuliga óðir. So, væntast kann, at torførir tíðarandar leggjast yvir allan heimin, ið fara at ala fram torfør fólk, sum verða torfør í øllum samfeløgum, virkjum og størvum og serliga torfør ímóti øllum teimum, sum hava Jesus kæran. Fyri mær er tað blivið sjónskt, at lýsingin í hesum álvarsama bíbliuteksti varpar ljós á okkara tíð. Teksturin lýsir ringu støðuna greitt og týðuliga við at navngeva nakrar deyðiligar røtur á síðstu samkomutíð okkara. Skrivað stendur at:

“Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv...” (2. Tim. 3, 2).

Sjálvkærleiki er í sær sjálvum, at vera góður við seg sjálvan. Sjálvkærleikin hevur langa búningstíð inntil persónliga syndamálið er blivið fult. Og sjálvkær menniskju gerast við tíðini óstýrilig, og at enda fullkomiliga ómøgulig at hava við at gera.

Eitt hvørt sunt samfelag setir teymar á sjálvkærleika og sjálvvilja okkara. Foreldur mugu læra børn síni at akta, deila, bíða og hugsa um síni medmenniskju. Barnagarðar og skúlar mugu vísa foreldramyndugleika og vera reglufastir. Og landsins myndugleikar mugu hava tamarhald á uppreistri ímóti lógini og ikki minst lóg Guds.

Men tíverri er afturgongdin stór á nevndu økjum runt um í heiminum í dag. Tað eru serliga 4 samanhangandi stig, sum eitt hvørt samfelag skal ansa eftir: 1. Menniskjan er fødd sjálvkær og dugir einans at dyrka seg sjálva. 2. Gudleys menniskju seta í verk og skipað fyri gudleysari barnauppaling. 3. Og soleiðis fáa børn og ung øll síni barna- og ungdómsár loyvi til, at røkta sjálvkæru egoismuna. 4. Endin verður sjálvuppaling við fullum stuðli frá teimum vaksnu.

Tað er eyðsýnt, at bæði tilgongdin og uppfyllingin av hesi døpru profeti um sjálvkærleika, er komin væl áleiðis. Minni av Gudi og meira av sær sjálvum, førir altíð við sær stóra andaliga afturgongd allastaðni. Men ónda skriðan steðgar ikki við sjálvkærleikanum, tí orð Guds upplýsir lesaranum víðari at:

“Tá skulu menniskjuni vera peningakær...”(2. Tim. 3, 2).

Í hini umsetingini stendur “peningagramm,” tað vil siga, at tá skulu menniskjuni elska pengar. Hetta er tíverri eisini eitt óhugnaligt fakta um menniskjuni í dag og á síðstu døgum. Tí tráan eftir pengum hevur lokkað mong í snerru djevulsins. Tráanin førir við sær ein ósunnan økonomiskan lívsstíl, ið ofta er langt omanfyri lønarlagi, og er sostatt greitt tekin um peningagrammheit. Men orsøkin til økonomiska óskili býr í menniskjuni, tí tað er júst har syndin eisini býr. Tað er meira nágreiniliga havisjúkan, ið tráar eftir øllum tí, sum kann fáast og keypast fyri pengar.

Hin fyrimyndarligi klassikarin at arbeiða, spara og gjalda kontant, er fullkomiliga burturblivin í nútíðar heiminum. Støðan er tann, at “øll” lána pengar í dag og hetta er nógvastaðni gjørt til eina lívstreyt. Og tað ber boð um, at flest øll menniskju eru blivin peningakær. Tað er næstan blivið ómøguligt at anda, uttan fasta flyting til veitara av frískari luft. Og jagstranin eftir meira pengum verður staðfest ár eftir ár við stórari landskassaskuld, bankaskuld, privatari skuld og byggivirksemi út um øll mørk. Og omaná alt hetta kemur javnan herviligur húsagangur og óyvirkomiligt gjaldtrot.

Onkur hevur sagt, at sjálvkærheit og peningakærheit eru tvíburar. Motivið aftanfyri hendan pástand er, at fleiri ung lesandi tráa eftir høgari løn, stórari keypiorku og leitandi eftir tí góða lívinum. Ætlanin er at búgva í stórum borgum og koyra í dýrum flottum bilum. Eisini er summarhús og bátur ofta íroknað materialistiska tørvin, ið leggur dentin á, at njóta tíðina mest møguligt við stokkutari materiellari gleði. Og fyri mong er gjaldskortið ein ótømandi kelda, sum altíð riggar – uttan at hugsa um tað. Hendan lívsáskoðanin er ein sterk viðvirkandi orsøk til ábyrgdarloysi, har heilar familjur søkka í øllum stásinum við flagginum á fullari stong.

Niðurstøðan er tann, at sjálvkær og peningakær fólk á síðstu døgum verða meira verðslig enn nakrantíð áður. Tað triðja sum hendir er at:

“Tá skulu menniskjuni vera geiparar...” (2. Tim. 3, 2).

Hin umsetingin sigur: “reypsom.” Her er talan um uppblásta egoismu inn-at-til, ið gongur um sum eitt landastrok. Tónleikaheimurin í alla mína tíð lýsir profetiina sera væl. "The Beatles” vóru jú slóðbrótarar í eini gudleysari tónleikamentan. Uttan himpr helt John Lennon seg vera meira víðagitnan enn Jesus Kristus. Og líknandi hugburður hevur síðani tá, ført við sær, at mong heilt frá ungum árum blæsa seg upp í tónleikinum. Talan er sum oftast um niðurbrótandi atburð innan heavy metal, hard rock, punk, grunge, rap o.s.fr. Tað samlaða tónleikakonseptið við manning, framførslum, tekstum, tónleikasmíði, image o.s.fr. snýr seg mangan um gudsspottan, siðloysi, harðskap, sex, rúsevnir, hatur, morð, bannan og blótan og frek mótmælir.

Her nýtist okkum ikki at fara uttanlands. Tí, hópatal av føroyskum tónleikavideos við ótespiligum framførslum og sangtekstum liggja á alnótini. Nøkur av sangheitunum eru reyvarhol, millumfingur rap, renna nakin, belials synir, gay, pervarin, mediahoran, sprutt akutt, syrahøvd og skít.

Ein árgangur fyri og annar eftir av ungfólki stuðla, upphevja og enntá hálova slíkar tónleikabólkar. Á hendan hátt verður sinnalagi uppblást við reypi inn-at-til. Og reyp er í sjálvum sær ein av vandamiklu frumuppskriftunum, ið føra menniskju til undirgangs. Vit lesa víðari at:

“Tá skulu menniskjuni vera hugmóðig...” (2. Tim. 3, 2).

Orðið “hugmóðig” kann umsetast til “hástór” sambært aðrari umseting. Her er talan um uppblásta egoismu út-at-til, ið er lívshættislig mótvegis allari tjóðini. Og sermerki tess er fólk, sum seta seg sjálv hægri enn onnur. Tvey ógvuslig dømi í nýggjari tíð, var uppblásta egoisman í sinninum hjá Hitler og Stalin. Hesir báðir góvu djevlinum bæði rúmd og innivist. Og endin var, at eldur kom í hugmóðigheitina og fá hættaðu sær at standa einaræðisharrunum ímót.

Hitler og Stalin vóru báðir eitraðir við sataniskum visiónum, ið avskeplaðu heilar tjóðir. Men ein av mongu antikristiligu og villleiðandi visiónum teirra var, at allur heimurin skuldi verða lagdur fótum teirra til skammul. Og eitt av kostnaðarmiklu árinunum í dag er, at hesir einaræðisharrar hava lagt lunnarnir undir slíka atferð í fleiri øðrum londum. Hesir vóru undangongumenn hjá djevlinum og vístu í verki, at tað er fult gjørligt, at blíva so út av lagi hástórur, at ein heldur seg vera Gud. Hetta gudakompleksið er alsamt meira vanligt í atburðarmynstrinum á fleiri økjum í dag.

Mong menniskju fara tilvitað inn í eina hugmóðiga tilveru og verða annaðhvørt hugmóðig uppi á toppinum ella niðri á botninum í samfelagnum. Summi liva eitt hástórt lív í yvirstættini og onnur liva hugmóðigt í undirstættini. Nøkur eru blivin hástór í kriminellum umhvørvi og uppaftur onnur liva hugmóðigt í einum alternativum lívsstíli, eftir at hava miseydnast í tilveruni. Tað fimta punktið í bíbilsku raðfylgjuni sigur at:

Tá skulu menniskjuni vera spottarar...” (2. Tim. 3, 2).

Tað er sjón fyri søgn, at hin uppblásta egoisman inn-at-til og út-at-til stendur við og versnar. Men hjá spottarunum er talan um uppblásta egoismu uppeftir, ímóti Gudi. Upprunaliga orðið fyri “spottarar” merkir "talimisbrúk" á øllum økjum, og serliga ímóti Gudi.

Í dag er spottan ímóti Gudi partur av gerandislívinum hjá fólki. Vit síggja, at kristin moralur og kristin etikkur javnan er í andglettinum millum spottarar. Far t.d. inn á ymisk kjaktorg á alnótini, og síggj hvussu føroyingar spotta Gud, har meginparturin av viðmerkingunum eru beinleiðis niðurbrótandi fyri anda, likam og sál okkara.

Harafturat finnist hópin av filmum, tónleiki og bókum, ið javnan eru fylt við spottandi tilfari. Mong hava lagt frá sær góðan sið í umbýti við gudsspottan ígjøgnum ymsu miðlarnar. Tað er jú spottararnar sum fyrireika antikristilig tíðarrák í samfelagnum. Tí Antikristus er sjálvur spottari. Í opinberingini 13 lesa vit, at Antikristus talar stór orð og gudsspottanir. Hann letur upp munn sín til spottanir móti Gudi, at spotta navn Hansara, bústað Hansara og tey, sum í Himli búgva. Og um ringa almenna karakterin í sætta sermerkinum hjá menniskjum á síðstu døgum stendur at:

“Tá skulu menniskjuni vera foreldrum ólýðin...”(2. Tim. 3, 2).

Tað finnast nógvar orsøkir til ólýdni. Men ein sataniskur fulltreffari, ið brýtur mest frá sær í føroyska samfelagnum í dag, er uttan iva hjúnabandskilnaður og harvið vanvirðingin av gudgivna hjúnabandinum. Tí brot á hjúnabandið førir við sær at familjan fer í upploysn.

Og ein sera óhugnalig fylgisjúka, sum brýtur út eftir hjúnaskilnað, er stóra minkingin í foreldramyndugleikanum. Tí mangan er trot á stabiliteti á fleiri økjum, tá foreldur fara hvør til sítt. Hetta kemst fyrst og fremst av einum sundurskræddum heimi, sum eftir manngjørdum prinsippum verður deilt í tveir ella fleiri partar.

No-fault hugburður í sambandi við hjúnabandsbrot, setir eingi krøv til partarnir um at leggja fram sínir trupulleikar fyri at vísa hví hjúnabandið skal brótast. Og soleiðis ganga fleiri hjúnabond til grundar, við manglandi grundgevingum og royndum fyri at bjarga hjúnabandinum. Hetta speglar jú hvørja tíð vit liva í.

Í øðrum førum missir foreldramyndugleikin sítt virði í tí, at børnini síggja foreldur síni liva eitt syndafult lív. Slík foreldur missa takið og halda tíðliga uppat at virka sum foreldramyndugleiki meðan børnini eru smá. Ein onnur sera óheppin samanseting, ið førir til økt samanbrot hjá foreldramyndugleikanum, er atgongdin hjá børnunum til miðlarnar. Tíggju túsund tals tímar av systematiskari miðlamóttøku sum t.d. fantasi, harðskapur, sex, drukk, pornografi, okkultisma er sjálvandi skaðiligt fyri barnasálina. Alt hetta er blivið partur av sameinda tilfarinum í t.d. filmum, ið tykjast at verða óskaðiligir.

Ein onnur og sera svikafull orsøk, at børn eru foreldrum sínum ólýðin breiðir seg sum ein sótt. Talan er um eitt slag av yvirtøku av foreldramyndugleika. Tað er menniskju, sum hava ávirkan og sum framleiða eitt undirskot í vanliga foreldramyndugleikanum. Dømi um hetta er fakfólk, ið gera seg til talsmenn fyri manngjørda barnauppaling, barnalærdómar og ymiskt frælsisstríð hjá børnum. Slíkt kann føra við sær, at børn fáa eyka rættindi og foreldur missa rættindi, sum hvørki er gagnligt fyri børn og ei heldur foreldur.

Summastaðni hava ordilig og samvitskufull foreldur trupulleikar at samarbeiða við almennar skúlar. Talan kann vera um líkasælu ella ov stórt tolsemi og ov verðslig virðir, ið verða lærd á skúlunum. Fleiri skúlar runt um í heiminum skúgva til viks foreldur, sum siga ímót víðskygdum lærum um t.d. homoseksualitet, fría fosturtøku, frítt sex og relativan moral. Hinvegin er tað ofta forboðið at biðja, lesa ella læra úr Bíbliuni í flokshølunum. Men niðurbrótandi kjak og lesnaður úr ótespiligum tilfari um t.d. Karl Marx og George Berhard Shaw er ofta loyvt. Tí undrist eg ei á, um uppalingin fullkomiliga miseydnast. Um hitt sjeynda og torføra eyðkennið sigur Bíblian soleiðis:

“Tá skulu menniskjuni vera ótakksom...”(2. Tim. 3, 2).

Raðfestingin hjá Heilaga Andanum í skrivingini av Nýggja Testamenti er ongantíð tilvildarlig. Tí, “ótakksom” menniskju passa væl inn eftir viðgerðina av menniskjum, ið eru "foreldrum ólýðin.” Alt bendir á, at rótin í torføra trupulleikanum, er ein samanlegging av ólýdni og ótakksemi mótvegis foreldrum. Grikska orðið “ótakksom” merkir nakað so innantómt sum “takkarloysi.”

So, eg takki Gudi fyri at tað enn finnast foreldur, sunnudagsskúlalærarar, námsfrøðingar og starvsfólk í barnagørðum og forskúlum og lærarar í fólkaskúlum, sum enn læra børn okkara at siga eitt ærligt “takk,” og at virða eitt “takk” frá øðrum. Tí, tað er ein vinningur fyri alt samfelagi, at vit læra børn okkara, at takka øllum, ið eiga uppiborið eina tøkk.

Í Rom. 1, 8 og í Róm. 1, 21 lesa vit um tveir diametralir mótsetningar hvørjum viðvíkur tøkkini. Í ørindi 8 sendir Paulus Gudi eina inniliga tøkk fyri øll. Men sambært ørindi 21 hvørki æra og ei heldur takka menniskjuni Gudi fyri nakað av tí sum til er. Tí er tað vert at vita, at ótakksemi ímóti opinberingum Guds er sera álvarsamt. Um vit lesa víðari frá ørindi 21, so sæst týðuligt hetta, at tað júst er ótakksemi, ið leiðir menniskju at gera tað, sum ósømiligt er - fylt upp av alskyns órættvísi. Hitt áttanda av teimum torføru eyðkennunum sigur soleiðis:

“Tá skulu menniskjuni vera vanheiløg...” (2. Tim. 3, 2).

Hin umsetingin sigur, at tá skulu menniskjuni vera “gudleys,” ið longu hevur breitt seg út í Føroyum. Moralska skriðulopið eftir seinna heimsbardaga hevur ruinerað mong samfeløg. Tann seksuella, okkulta, tónleikaliga og filmatiseraða villleiðingin hevur bæði traðka á og blakað fleiri sunn kristin virðir yvirborð. Og tað er uttan iva torført at síggja og beiskt at viðganga, at so nógv fólk her í landinum vilja verða vanheiløg og liva eitt gudleyst lív. Tað er vorðið gerandisskrá hjá vanliga borgaranum, at stápla vanheiløg tiltøk uppá beinini árið runt.

Gudloysi er jú innantómt og prógvar seg sjálvt við tí dagligu fyllingini av sjálvtýnandi aktivismu. Tað feskasta dømi um vanheilagar rørslur, ið strekkja seg frá gøtuni og inn í tingsins røðarapall, er hitt gudleysa ískoyti til gudgivnu reglurnar og heilagu sjónarmiðini um hjúnaband millum mann og konu. Og uppaftur onnur illa villeidd menniskju arbeiða sítt frælsisstríð innan siðloysi sum t.d. abortrættindi, rúsandi evnir og broytingar sum LGBT ynskir.

Tað er sera harmiligt at síggja, at landsins myndugleikar aktivt eru við til at avlaga og kúga kristnan moral, sum hevur verið innbygdur partur í bygdalívinum her á landi. Men gudleys menniskju gera nógv burturúr, at fáa vanheilaga mentan á politiska breddan við stuðli frá landsins myndugleikum.

Eg eri livandi vitni til áhaldandi álop, ið herja á tað normalu fatanina, tað fyrimyndarliga, tað kristiliga, rættin til at verða føddur, gudgivna hjúnabandið, gudgivnu familjuna og gudgivnan moral.

Hesi svikaálop herja áhaldandi frá mótmælandi felagsskapum, frælsisfelagsskapum, rørslum við følskum eyðmjúkleika og enntá vælgerandi felagsskapum. Hesir spjaða sína tærandi lívsáskoðan systematiskt heilt frá Føroya Løgtingi og niðureftir til ráðini, almennu stovnarnar, vinnulívi, fróðskaparsetri, miðnámsskúlar, fólkaskúlar, barnagarðar og vøggustovur. Og alt sum brúkast kann verður misbrúkt fyri at fáa teirra vanheilagu mál ígjøgnum. Men lat okkum ikki venda hesi álvarsomu ávaring baki, ið sigur, at á síðstu døgum skulu menniskjuni vera gudleys. Tað níggjunda og fyri mín part mest ræðandi eyðkenni í endatíðini er kærleiksloysi.

Tá skulu menniskjuni vera kærleiksleys...” (2. Tim. 3, 3).


Her ávarar Andi Guds um eina epidemiska tíð – uttan hjarta og prinsippir. Hetta merkir m.a. deyðar kenslur ímillum foreldur og børn, har hin náttúruligi vinarkærleikin fellur burtur. Og hitt náttúruliga og sunna familjulívið verður stig fyri stig avtikið. "No-fault" skilsmissumentanin blussar upp, eingin viðgongur feilir og tí verða hjúnabond tveitt í skrell av smáum og einstáttaðum ávum. Eftir sita einsamøll børn í einum sundurbrotnum heimi, ið er stýrdur av Satan.

Hygg t.d. eftir londunum uttan sosial netverk, har fólk liva í gudloysi og fátækadømi og ringastu armóð. Har foreldur hava givið upp at liva sítt lív og lata børnini reka fyri vág og vind. Hesi elskuligu børn, sum Gud elskar, verða givin upp av menniskjum til umsorganartrot, vanrøkt, misbrúk, bukaði, rúsmisnýtslu, kriminell og dripin. Longu nú spegla stórir partar av heiminum profetiina um kærleiksloysi á síðstu døgum. Og tað spøkir sanniliga eisini í okkara landi, men bara á ein annan meira sofistikeraðan hátt.

Tað er einans Jesu Kristi eftirfylgjarar, sum boða føroyingum hin sanna gleðiboðskapin um Jesus Kristus, ið kann frelsa sálir burturúr teim síðstu ættarliðunum her á jørð. Elskaðu tit, tað er ein massivur tørvur á, at virkað orð Guds millum allar føroyingar. At vit luttaka heilhjartað við inniligum bønum, heilagum atburði, vekjandi talum, ærligum vitnisburðum, yndisligum sangi og heilnæmari læru. Lat okkum elska hetta fólk við kærleikanum sum Jesus okkum gav og ikki víkja frá sannleikanum í orði Guds.

Tað er einans kraftin í gleðiboðskapinum saman við okkara vilja til undirgivni, at taka ímóti Jesusi sum frelsara og eftirfylgjara og trúgva gleðiboðskapinum, ið kann fría menniskju burturúr syndini og føra tey út í satt frælsi.

Við ynski um Guds signing.

Kærar heilsur
Ragnar Ludvig.