Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Føroyska Arbeiðið í Eliaskirkjuni: Tíðindabræv summarið 2017

05.08.2017 - 08:01 - Tíðindaskriv

Í hesum tíðindabrævi vilja vit steðga á við eitt neyðugt, men kanska gloymt orð: veking. Síðani ein lítlan tíðindastubba og at enda vangamynd, har Annika fortelur um útisetalívið.
 
Hava vit stongt av fyri veking? Møguliga er tað so, at veking millum føroyingar í Keypmannahavn í roynd og veru ikki er nakað vit eru upptikin av. Kanska tí vit eru bangin og ikki vilja vísa veg til Jesus. Ella tí, at her er nemt at liva dupultlív og harvið eitt dovið kristinlív, sum førir til andaligan deyða. Møguliga hava vit vant okkum við, at onki hendir allíkavæl. Einaferð gjørdust vit sorgarbundin av, at menniskju vendu Jesusi baki, men hava síðani vant okkum við tað.  

Møguliga eru tað júst vit, ið standa í vegin fyri, at Guð kann grípa inn? Eins og Guð gjørdi í 1930´unum, sum Christian Høj skrivar um, tá eitt nú missiónshúsið í Porkeri varð ov fult, og fólk lógu á tekjunum fyri at hoyra gleðiboðskapin og eftirfylgjandi upplivdu, at Jesus broytti teirra lív og lívsførslu. Í vekingini í Porkeri, har mestsum øll bygdin vendi um, var tað sermerkt, at fólkið vendi aftur til gomlu kristnu virðini. Tey hildu fast saman um brøðralagið, tey komu til harrans borð, tey vitnaðu um Jesus sínámillum, men eisini fyri familju og fólki annars. Tey arbeiddu, har sum tað var brúk fyri teimum. Og í Keypmannahavn er brúk fyri eini veking, so at fólk aftur venda sær til Guðs og lata seg tæna av honum fyri síðani at ganga í tænastu fyri menniskjum. Latið okkum tí biðja og arbeiða!
 
Um summarið er ofta, at onkur flytir víðari og ynskja vit eisini her at siga takk til tykkum, sum hava verið partur av EK. Má Guð signa tykkara framtíð! Og til tykkum har heima – takið væl ímóti teimum sum flyta heim! Eisini gleða vit okkum serliga nógv til at síggja øll tykkum, sum flyta niður eftir summarið og vilja bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomin! 

Av tíðindum í várhálvuni kunnu vit nevna, at vit gjørdu tvær útferðir. Eina til Emdrupkirke, har vit vóru til guðstænastu við Jóannis Fonsdal. Og eina til Hans Egede til føroyska barnaguðstænastu við Borgny Hansen. Tvær væleydnaðar útferðir, hóast luttøkan kundi verið hægri. Harafturat má nevnast, at eitt par byrjaði eina Facebook-síðu við heitinum “Kom í form” fyri at eggja til bíbliulesna og hevur undirtøkan verið góð! 

Í heyst er EK-legan í døgunum 13-15 oktobur á Nordsjællands Efterskole, har Heri Elttør kemur at undirvísa um náðigávur, og hjálpa okkum at síggja, hvussu Guð vil, at vit brúka tær gávur hann gevur – eisini tær andaligu gávurnar! Øll eru hjartaliga vælkomin! Vit plaga at vera eini 50, men rúm er fyri omanfyri 100.
 
Heiti stólurin:
Navn: Annika Osvaldsdóttir Sørensen (sí mynd niðast)
Aldur: 23
Uppvaksin: Tórshavn
Lesnaður/arbeiði: Fysioterapilesandi og “studiejob” í eini venjingarmiðstøð  
Lívið sum útiseti við 3 orðum:  Trupult, men spennandi og mennandi.
 
Og fleiri enn 3 orð:  Tað er spennandi at hava klipt nalvastrongin heilt og at sleppa at royna seg á egnum beinum. Eg møti nógvum avbjóðingum, bæði fakligum og andaligum, sum eg altíð royni at taka sum nakað gott, tí at um eg ikki fekk avbjóðingar, so var eg helst vorðin ov flógv andaliga. Tað kann stundum verða rættiliga stríggið, tá ið lesnaðurin fyllir ov nógv, men tá er at halda fast við bíbliulesnaðinum og bønini, tí sum eg og maðurin plaga at taka til ”a chapter a day keeps the devil away”, og tað kunnu vit sanna.  
 
Hvønn týdning hevur EK fyri teg?  Tað hevur sera stóran týdning, tí at eg fái møguleika til at møta øðrum trúgvandi, sum eru í sama báti: langt burturi frá familju og undir lesnaði. Soleiðis kunnu vit skilja hvønn annan og stuðla hvørjum øðrum. EK gevur mær eisini møguleika at mennast í trúnni, og tað, at eg sleppi at hava lut í Kristi arbeiði í Keypmannahavn, er fantastiskt!
 
Hæddarpunktið hesa hálvuna? At verða spurd um at koma við í stýrið í Eliaskirkjuni, har eg veruliga føli, at eg kann gera mun, av tí at eg brenni fyri ungum fólki.  
 
Yndis bíbliuørindi:  Í løtuni er tað Jóh. 14, 12, har Jesus sigur, at hvør tann, sum trýr á hann, skal gera enn størri gerningar enn Jesus sjálvur. Vit hava annars lyndi til at hugsa ov lítið um okkum sjálv, at vit ikki kunnu tað sama sum Jesus, tann størsti! Men eins og hann er í faðirinum, og vit eru í honum, kunnu vit alt við Guðs kraft – eisini tað ómøguliga.  
 
Ein stutt heilsan:  Eg veit, hvat mann typiskt hugsar um okkum, sum flyta niður at lesa: ”hon er sikkurt endað sum øll hini, sum flyta niður”. Eg veit eisini, at fleiri spyrja eftir okkum útisetum og høvdu ynskt, at vit vóru meiri sjónlig í Føroyum. Eg haldi tó, tað er rættiliga torført hjá okkum at vera
sjónlig, tá ið vit eru í Føroyum, av tí at tað oftast er í feriutíð, og flestu ungdómsmøtir av tí sama eisini eru í feriu. Tað merkir tó ikki neyðturviliga, at vit ikki framvegis eru virkin. Persónliga ynski eg í øllum førum framvegis at vera virkin, tá ið eg komi aftur til Føroya eftir loknan lesnað. Vit síggjast!
 
Ynskist samband við EK kann skrivast til eliaskirkjan@gmail.com
 
Í stýrinum fyri arbeiðið eru  Jákup E. Petersen (formaður) Heðin Arge (næstformaður) Jóhannus Mikkelsen (skrivari) Rúni A Mortensen (kassameistari) Petur Pauli Mikkelsen (kunningarfólk) Annika O. Sørensen (nýggj) Lilja Gregersen (nýggj)