Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Forkunnug pílagrímsferð í Vágum

19.07.2017 - 09:48 - Kelda: folkakirkjan.fo

Sunnudagin 30. juli er ætlanin at fara eina forkunnuga pílagrímsferð úr Bø til Gásadals.

Ferðin er ein gomul pílagrímsleið, sum føroyingar í miðøldini hava gingið. Í bókini “Dagar og nøvn í álmanakkanum” sigur Axel Tórgarð:  “Ein søgnin sigur, at í katólskari tíð var bønhús í Gásadali, sum hevði mynd av Tollaki biskupi, og hagar komu fólk úr øllum landinum at biðja til hansara”. Tollakur varð borin í heim 1133, hann gjørdist biskupur á Skálholti í Íslandi. Eftir deyða hansara í 1193 var tað skjótt at hann var mettur mikið halgimenni serstakliga í Íslandi og í Føroyum.

Byrjað verður í Bíggjar kirkju kl. 11.

Tá gudstænastan er av, verður farið eftir gomlu bygdargøtuni til Gásadals. Haðani verður hildið fram norður gjøgnum líðina til Kyrjarheygg og síðani yvir til Vatni lítla.  Ferðin endar á  Bønhúsfløtti.  

Túrurin tekur uml.  5 tímar. Staðkend fólk vera við á ferðini.       

Havið matpakka við.

Bussur koyrir úr Gásadali aftur til Bíggjar.

Túrurin endar við einum drekkamunni í kirkjuhúsinum í Sørvági.

Prestarnir