Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Einki uttan Jesus Krist

08.06.2017 - 08:28 - Ásbjørn Jacobsen

Andakt: Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan. (1. Korintbræv 2,2)

Einki! Einki annað enn Jesus Krist vildi Paulus síggja millum tey kristnu í Korint. Hann skrivar til teirra inn í eina støðu, ið er merkt av ósemju, spjaðing, ráðaloysi, ótryggleika og so framvegis. Hann skrivar til eina meinigheit, sum er um at syndrast í partar, har tey ymisku eyðkenna seg við henda bólkin ella handa bólkin ella aftur ein triðja bólk. Og hetta hevur Paulus hoyrt, og tí skrivar hann til teirra.

Hann hevur umsorgan fyri meinigheitini, at hon heldur seg til Guds orð. Hann minnir tey á, at hann kom ikki til teirra, sum skrivað stendur, sum avburðarmaður í málsnild ella vísdómi. Í dag hevði hann kanska havt skrivað, at hann ikki kom við einum stórum undirhaldsshowi við spennandi tónleiki, sjónleiki, og hvat tað skuldi verið. Nei, hann kom til meinigheitina í Korint við tí einfalda boðskapinum, við vitnisburðinum um gleðiboðskapin, við ásannan av anda og kraft.

Hóast hann var kønur í skriftunum, so bar hann teimum tann einfalda boðskapin. Og hví? Jú, tí tað var hann sendur til. Hann var ikki sendur út til at sannføra fólk um, at tað, sum hann segði, var rætt.

Hann var sendur út til at boða gleðiboðskapin um krossin, um Jesus Kristus, sum er deyður og risin uppaftur, so menniskjan kann eiga frið við Gud og lív saman við Gudi.

Og hesi orðini, sum hann skrivar til meinigheitina í Korint, eru akkurát líka viðkomandi hjá okkum í dag, sum hon var hjá teimum tá. Hyggja vit at okkum sjálvum og okkara meinigheit, kenna vit so okkum aftur í Korint? Hvussu ofta hava ikki óviðkomandi spurningar sníkt seg inn í meinigheitina, inn í læruna? Vit tosa um, hvørt vit eiga at læra hetta ella hatta. Hvørt hetta ella hatta er synd. Hvørt vit skulu hava henda ella handa formin? Hann missir so spakuliga týdning fyri okkum, tí vit hava nóg mikið í okkara egnu spurningum. So orðini til Korintmeinigheitina eru sanniliga viðkomandi fyri okkum í dag:

Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan. (1. Korintbræv 2,2)

So er spurningurin til okkara: Tora vit tað? Tora vit sum einstaklingar og meinigheit at siga, at vit vilja einki annað vita okkara millum enn Jesus Krist og hann krossfestan? Tora vit at savnast um Jesus Krist? Tað er ein avbjóðing, tí vit duga ikki at ímynda okkum ta kraftina, sum tá virkar.

Gud hjálpi okkum til tað.
Amen.

Hans Erik Hansen