Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Eingin próstagarður burturav

02.01.2013 - 11:34 - Ásbjørn Jacobsen

Stundum hoyra vit fólk tala um próstagarðin á Nesi, Eysturoy og próstagarðin í Sandagerði, Suðurstreymoy.

Hetta er ikki beint, tí tey 400 árini, Føroyar vóru próstadømi, hevði einki prestagjald framíhjárætt til próstaembætið. Tað man vera talið á próstum í einstøkum prestagjaldi og at summir teirra hava verið navnframir, ið hava fingið fólk at festa próstagarðsheiti á ávís prestasæti

Ikki sjáldan hoyra vit fólk siga: próstagarðurin á Nesi (Eysturoy) og próstagarðurin í Sandagerði (Suðurstreymoy). Og hóast fólk, køn í okkara kirkjusøgu hava roynt at mana hetta páhaldið í jørðina, so verður tað ferð eftir ferð endurtikið. So seint sum í sjónvarpssendingini Túnatos týsd. 11. des. nevndi verturin, sum vitjaði á Toftum, gamla prestabústaðin á Nesi próstagarð.
Men hetta er skeiv málbering. Vit hava hvørki havt próstagarð á Nesi ella í Sandagerði sum embætisbústað burturav. Teir vóru prestagarðar á jøvnum føti við allar aðrar prestagarðar í prestagjaldum okkara.

Orsøkin til, at hesi prestasetur hava fingið heitið »próstagarðar«, man hvat Nesi viðvíkur í fyrstu atløgu vera tann, at her hava so mangir av sóknarprestunum eisini verið próstar. Haraftrat hava navnframir próstar sitið á Nesi, t.d. V. U. Hammershaimb og Fríðrikur Petersen; tann fyrri kendur sum faðir at skriftmálinum, tann seinni sum fosturlandsskald og politikari.

Og hvat Sandagerði viðvíkur, so man Jákup Dahl vera høvuðsorsøkin til, at hetta prestasetur hevur fingið heitið »próstagarður« fest á seg. Í tíð sínari sum sóknarprestur í Suðurstreymoy 1912-44 og at kalla næstan alla tíðina samstundis Føroya próstur, var hann høvuðsforsprákari fyri føroyskum kirkjumáli og bíbliutýðingararbeiði, yrkti og týddi sálmar og gav út føroyskar lestrar.

Í roynd kundi ein og hvør sóknarprestur í Føroyum gerast próstur, uttan mun í hvørjum prestagjald hann sat, bert hann var skikkaður til embætið. Og tá Suðuroyggin er undantikin, so hava próstar verið í øllum prestagjøldum í Føroyum.

Fastan embætisbústað til próst í Føroyum fingu vit ikki fyrr enn í 1991. Árið fyri vórðu Føroyar skipaðar sum sjálvstøðugt biskupsdømi við egnum biskupi og dómkirkju. Havnar kirkja í Tórshavnar eystaru kirkjusókn gjørdist dómkirkja og sóknarpresturin í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, Petur Martin Rasmussen, gjørdist Føroya fyrsti dómpróstur. Embætishúsini vóru í Essalág í eysturbýnum í Havn, ið frammanundan høvdu verið prestagarður. Her búði eftirmaður hansara, Bjarni Bæk sum dómpróstur. Og nú býr so verandi dómpróstur, Uni Næs, í Essalág.

Dómprósturin er sóknarprestur við dómkirkjuna og er próstur í biskupsdøminum. Harumframt er dómprósturin varamaður hjá bispi.

Dómprósturin er fastur limur í próstadømisráðnum og limur í nevndini hjá føroyskum kirkjumáli. Hann er eisini umsitingarligt millumlið millum bisp, prestar og kirkjuráð.

Allir prestar javnbjóðis rætt

Petur Martin Rasmussen, dr. theol, og fyrrverandi prestur og dómpróstur, viðgerð spurningin, hvar Føroya próstar hava búð í grein í Kirkjutíðindum nr. 1, juni 1974 og í bókini »Tættir úr Føroya kirkjusøgu« (Føroya Skúlabókagrunnur 1978).

Eftir trúbótina var bert ein biskupur í Føroyum, Jens Gregersen Riber. Hann rýmdi úr Føroyum 1557 – undan sjórænarum, sigst. Prósturin var nú ovasti maður hjá teimum føroysku prestunum og kom hereftir at røkja ein part av tí arbeiði, biskuparnir høvdu havt um hendi. Og hetta man vera ein orsøkin til, at próstarnir í Føroyum altíð høvdu størri myndugleika enn aðrir próstar í danska ríkinum; og í innsigli teirra stóð »olim episcopus« (áður biskupur).

Í 1963 varð varabiskupsdømi sett á stovn í Føroyum. Prósturin í Føroyum síðan 1946, Jákup Joensen, helt nú fram sum varabiskupur. Tey 400 árini, Føroyar vóru próstadømi, sótu 33 próstar í embætinum, í miðal stívliga tólv ár hvør. Umframt hesar 33 hava aðrir sum settir próstar røkt embætið. T.d. var Hvalbiar prestur Gulak Jacobsen virkandi próstur frá tí Jákup Dahl doyði í juni 1944 til Jákup Joensen varð útnevndur í oktober 1946.

Í grein síni »Hvar hava Føroya próstar búð?« (Kirkjutíðindi nr. 1, juni 1974) gevur Petur Martin Rasmussen okkum eitt yvirlit, sum vísir, hvussu nógvir próstar vóru í Føroyum 1557-1963, hvørjir teir vóru og hvar teir sótu.

Próstaskipanin segði, at ein av prestunum í próstadøminum skuldi vera próstur. Sambært hesari skipan er eingin av próstunum í Føroyum vorðin próstur samstundis sum hann er vorðin prestur í Føroyum. Próstaskipanin segði eisini, at einhvør sóknarprestur í próstadøminum kundir gerast próstur, uttan mun til, hvørjum prestagjaldi, hann var sóknarprestur í. Og henda skipan hevur verið fylgd í Føroyum.

Tað, at eingin próstur hevur sitið í Hvalba hevur helst verið tí, at Suðuroyggin lá so uttanhanda og at torført varð hjá prósti her at røkja embætisskyldu sína sum umsjónarmyndugleiki yvir øllum Føroyum. Men prestarnir í Suðuroy høvdu eitt skifti framíhjárætt at søkja onnur prestaembæti í Føroyum.

Í øllum hinum prestagjøldum hevur próstur sitið:

Norðurstreymoy: Kvívík 1 ferð, 1 próstur í 3 ár
Vágar: Miðvági 1 ferð, 1 próstur í 7 ár
Norðoyar: Viðareiði 3 ferðir, 3 próstar í 37 ár
Sandoy: Sandi 6 ferðir, 6 próstar í 54 ár
Suðurstreymoy: Havn 7 ferðir, 9 próstar í 84 ár
Eysturoy: Nesi 9 ferðir, 14 próstar í 215 ár

Í Havn hava tvær ferðir sitið tveir próstar á rað, á Nesi tvær ferðir tveir og eina ferð fýra.

Fimm ferðir hevur próstur sitið á Nesi í meira enn 20 ár á rað, í Havn eina ferð; annars altíð undir 20 ár. Tað sæst í hesum yviriliti:

Á Nesi sótu 4 próstar í 50 ár frá 1867-1917
Í Havn sótu 2 próstar í 45 ár frá 1918-1963
Á Nesi sat 1 próstur í 42 ár frá 1583-1625
Á Nesi sat 1 próstur í 31 ár frá 1783-1814
Á Nesi sótu 2 próstar í 25 ár frá 1675-1700
Á Nesi sótu 2 próstar í 22 ár frá 1557-1579

Samanbera vit nú talið á próstum á próstasætunum við áramálið, teir hava sitið, so sæst, at tey ikki samsvara hvørt við annað. Meðan próstarnir sum heild hava verið í tænastuni í tólv ár í miðal, hava teir sitið á Nesi í fimtan ár í miðal, í Havn í níggju ár, á Sandi í níggju ár, á Viðareiði í tólv ár; prósturin í Kvívík sat bert í trý ár, í Miðavági í sjey ár.

Í prosentum sær hetta býtið soleiðis út:

42 % av próstunum hava sitið 53 % av tíðini á Nesi
27 % av próstunum hava sitið 21 % av tíðini í Havn
18 % av próstunum hava sitið 14 % av tíðini á Sandi
9 % av próstunum hava sitið 9 % av tíðini á Viðareiði
3 % av próstunum hava sitið 1 % av tíðini í Kvívík
3 % av próstunum hava sitið 2 % av tíðini í Miðvági

Knappliga helmingurin av próstunum hevur búð á Nesi reiðiliga helmingin av tíðini, próstadømið stóð við.

Vit skulu nú seta allar próstarnar upp við nøvnum og við árunum, teir vóru próstar, hvørt sæti fyri seg:

Á Nesi:
Heini Havreki 1557-1566
Audun Andersen 1566-1579
Thorluf Gregersen 1583-1625
Peder Hellesen Viborg 1675-1679
Jacob Christensen Klinte 1679-1700
Anders Knudsen Lemvig 1712-1730
Christen Jensen Djurhuus 1758-1775
Andreas Christensen Djurhuus 1783-1814
Christian Benedictus Garde 1838-1843
Otto Jørgensen 1849-1854
V. U. Hammershaimb 1867-1878
Theodor Sørensen 1878-1884
Jens Chr. Evensen 1885-1900
Fríðrikur Petersen 1900-1917

Í Havn:
Christian Pedersen Morsing 1625-1628
Hans Rasmussen 1646-1651
Lucas Jacobsen Debes 1670-1675
Christian Jensen Fers 1704-1711
Hans Andersen Lund 1843-1847
Andreas Chr. Pontoppidan 1847-1849
Andreas Djurhuus 1854-1867
Jákup Dahl 1918-1944
Jákup Joensen 1946-1963

Á Sandi:
Thorluf Gregersen 1579-1583
Jens Jensen Skive 1628-1646
Michel Andersen Arrheboe 1747-1757
Jacob Frederiksen Eisenberg 1776-1783
Peter Mathias Hentze 1814-1829
Andreas Chr. Evensen 1917

Á Viðareiði:
Hans Gabrielsen Mitens 1651-1670
Clemend Jensen 1730-1746
Søren Sørensen 1829-1831

Í Kvívík:
Gregers Hansen Varde 1701-1704

Í Miðvági:
Niels Johnsen Struer 1831-1838

Kring miðstaðarøkið

Umframt á Nesi er tað serliga í Havn og á Sandi, próstarnir mest hava verið.

»Men hóast Havnin hevur verið miðdepilin hjá føroyingum og teir flestu próstarnir ikki hava búð her, men á Nesi, kann tað hugsast, at tað ikki hevur verið ráðiligt ella at Havnar prestar ikki allir hava hildið seg til at røkja bæði rektarastarvið í latínskúlanum og próstastarvið samstundis (í gamlari tíð). Eisini hevur tað gjørt seg galdandi, at próstarnir skuldu hava eitt vællønt sóknarprestaembæti. Eykalønin fyri at vera próstur var garðurin Garðshorn í Oyndarfirði. Aftrat hesum taldi so eisini persónligi førleikin,« sigur P. M. Rasmussen.

Viðhvørt tykist tað sum tað skuldi ein serstøk grund til, at prósturin ikki sat á Nesi; onkuntíð hevur fráfarni prósturin verið sitandi sum sóknarprestur á Nesi, aðrar ferðir hevur hann bert verið hjálparprestur ella nýkomin prestur har, tá ið próstaskifti var. So tykist eisini sum onkur annar enn nesprestur hevur verið sjálvskrivaður sum próstur, og so er tað eisini hent, at onkur annar enn nesprestur hevur havt lyfti frá kongi um at gerast próstur, og at prestur hevur verið á Nesi, tá ið próstaskifti var, so at ikki bar til at flyta hagar.

Tað er eisini komið fyri, at Nes hevur verið ósett, tá ið próstaskifti hevur verið, og nýggi prósturin ikki er fluttur hagar. Serliga tykist tað sum havnarprestar, ið vórðu próstar, ikki hava lagt í at flyta inn á Nes.

Á Nesi, í Havn og á Sandi hava 87 % av próstunum búð í 88 % av tíðini, Føroyar vóru próstadømi. Hetta er í høvuðsstaðnum, ella so nær miðstaðarøkinum, sum tilber.

Tá ið fólk nevna Nes og Sandgerði próstagarðar ella siga, at »próstarnir búðu altíð á Nesi fyrr«, er tað ikki kunnleiki til 400 ára longu próstasøguna, sum er orsøkin til hetta tiltak, men heldur tað 50 ára langa próstaskeiðið á Nesi frá 1867 til 1917, og so tað, at allir próstarnir í hesum tíðarskeiði vóru føroyingar og høvdu serstakt tilknýti til fólkið her.

Sum vit hava sæð her frammanundan, var tað altíð ein sóknarprestur í Føroyum, sum gjørdist próstur. Tey seinastu hundrað árini til próstaembætið varð avtikið, var tað »óskrivað lóg«, at prósturin skuldi vera føroyingur:

Andreas Djurhuus úr Havn (1854-67)
V. U. Hammershaimb úr Sandavági (1867-78)
Theodor Sørensen av Sandi (1878-84)
Jens Chr. Evensen úr Hvalba (1885-1900)
Fríðrikur Petersen úr Saltnesi (1900-17)
A. C. Evensen, føddur á Viðareiði, vaksin upp í Hvalba og á Nesi (1917)
Jákup Dahl úr Vági 1918-44
Jákup Joensen úr Klaksvík (1946-63; helt síðan fram sum varabispur til 1972)

Hvørki próstadømi ella biskupsdømi

Fram móti 1957, tá ið nærkaðist 400 árum fyri avtøkuni av bispaembætinum, tóku røddir seg upp, sum vildu hava biskupsembætið endurreist. Samráðingar vóru millum føroyskar og danskar myndugleikar, sum endaðu við lógini um varabisp í 1963.

»Úrslitið kann sigast at vera, at Føroyar nú hvørki vóru prósta- ella biskupsdømi. Keypmannahavnar biskupur – hvørs stift vit lógu undir – var framvegis Føroya veruligi biskupur,« sigur P. M. Rasmussen.

Og henda støða varð ikki broytt, tá Ejvind Vilhelm, varabiskupur, í 1978 varð loystur úr embætinum sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystrara prestagjaldi.

Broytingarnar, sum veruliga hendu í 1963, vóru, at próstaheitið varð avtikið og eitt nýtt heiti varð givið hesum starvi. Varabiskupurin hevði ordinatiónsrætt (at víga prestar til tænastu). Tað var einasta virkisøkingin. Kirkjuligan týdning kundi hetta ikki sigast hava.

Í 1990 gjørdust Føroyar sjálvstøðugt biskupsdømi við Hans Jacobi Joensen sum biskupi. Varabiskupsembætið fór í søguna. Á ólavsøku 2007 yvirtók heimastýrið fólkakirkjuna sum egið málsøki. Á heysti sama ár tók Jógvan Fríðriksson við sum biskupur.

— — —

Viðm.: Tá ið onkustaðni talið á próstum er vorðið til 34, er tað tí, at ein av próstunum sat sum próstur bæði á Sandi og á Nesi. Og tá ið samanlagda áramálið fyri próstatíðina er vorðið til 400 í staðin fyri 406, er tað tí, at glopp onkuntíð hava verið millkum próstarnar; til dømis millum Jákup Dahl og Jákup Joensen og konstitueraðir próstar – sum í hesum føri Gulak Jacobsen – ikki eru taldir við í yvirlitið.

Miðskeiðis í 1970-árunum fór Suðurstreymar prestagjald sundur í tvey prestagjald, eystara og vestara. Ejvind Vilhelm, varabiskupur, ið eins og undanmaðurin, Jákup Joensen, hevði verið sóknarprestur í gamla prestagjaldinum, varð nú sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Hans Jacob Joensen var búfastur kapellánur. Í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi var Kjartan Mørkøre sóknarprestur og Høgni Poulsen kapellánur. Í 1978 varð Ejvind Vilhelm loystur frá sóknarprestaembætinum og varð nú varabiskupur burturav. Hans Jacob Joensen tók við sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi og Axel Tórgarð sum búfastur kapellánur.

Kelda: Pól á Kletti/folkakirkjan.fo