Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Ein merkisverdur syftunsøkudagur

01.07.2017 - 11:14 - Kelda: folkakirkjan.fo

Syftunsøka var fyri fimmti árum síðan ein merkisdagur í kirkjusøgu okkara. Henda dagin, 2. juli 1967, ið var sætti sunnudagur eftir trinitatis, var prestvígsla í Havnar Kirkju.

Kjartan Mørkøre, ættaður úr Klaksvík og kallaður til prest í Suðuroyar syðra prestagjaldi, var tann fyrsti, ið var prestvígdur síðan Jens Riber, biskupur, góð 400 ár frammanundan var farin úr Føroyum og biskupsstólurin í Kirkjubø varð niðurlagdur.

Hetta var samstundis eisini fyrstu ferð, at prestvígsla var í Havnar Kirkju. Allir heimastaddir prestar vóru við til hesa minnisríku gudstænastu.

Les meira...