Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Eg stundi eftir at lenda har heima

25.06.2017 - 18:42 - Ásbjørn Jacobsen

Videosangur: Eg stundi eftir at lenda har heima.

1. Eg stundi eftir at lenda har heima,
at kasta akker í Himlinum skjótt.
Har Jesus ger mær ein bústað til reiðar,
áh, skuldi hetta ei sál mína frøtt?

Niðurlag: Eg stundi eftir at lenda har heima,
so troyttan mangan eg kenni meg her.
Men Gud, so leingi, sum tíðin skal vara,
at bíða lær meg, og tolnan meg ger.

2. Eg veit, at vinir og heimurin geva
ei nakra gleði, ið vara kann við.
Men einans Jesus, sum fyri meg doyði,
kann veita lukku og fullkomnan frið.

3. Eg mangan bilsin og undrandi standi
og líti at tí, ið hendir meg her.
Men hvat so hendir, tað søtt er at vita,
at í Guds hondum mín vegur jú er.

4. So lat bert trongdir og sorgir meg níva,
mín tíð á foldum, hon er jú so stutt.
Men allar ævir eg Gudi skal prísa,
tá heim til Himmals mín sál verður flutt.

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Ira F. Stanphill


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=N1bLOT_hanc?t=11s]
Harmonikuvinir. Upptøka í Gøtu kirkju.