Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Eg mótmæli málburðinum í útvarpstíðindunum mánamorgunin

13.06.2017 - 09:00 - Ásbjørn Jacobsen

Tá las útvarpsmaðurin úr tíðindaskrivi frá LGBT, at fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin Jóhanna Sigurðardóttir fór at koma til Føroya „saman við KONU síni.“ Eg stúrsaði við. Eitt er, hvat LGBT skrivar í tíðindaskrivi, men at lesa hetta upp í eini tíðindasending í Útvarpi Føroya, vil eg átala harðliga. Síggi somu orðing í miðlum, sum endurtaka tíðindaskrivið frá LGBT. Fari at endurtaka brot úr eini grein, ið eg skrivaði fyri um leið trimum árum síðan undir yvirskriftini:

„Broytingar í hjúnalagslógini fara at avlaga føroyska málið og kristnu mentan okkara.“

Í sambandi við kjakið um uppskotið um broytingar í hjúnalagslógini skrivaði Sigvald Kristiansen, lækni, (hann er síðan farin av foldum) eina blaðgrein í Sosialinum. Í greinini sipar hann fyrst til lívliga kjakið, ið hevur verið, um hvørjar bókstavir, ið vit skulu hava í bókstavaraði okkara – um vit skulu hava c, w, z, q ella ikki. Eg fari fyrst at taka hetta brotið úr grein hansara:
    
„Viðvíkjandi uppskotinum um broytingar í hjúnabandslógini hevur lítið og einki verið tosað um tær málsligu avleiðingar, tað kann fáa. Eins og við bókstavaraðnum, alfabetinum, átti lívligt kjak at staðist av hesum, tí tað fer ikki at fáa minni týdning á tað dagliga samskiftið bæði í skrift og talu.“ Síðan nevnir hann nøkur dømi:
„Tað er løgið at síggja í einum lesarabrævi fyri stuttum samkynda kvinnu úttala seg: „Gift við konuni í 14 góð ár (tó ikki í mínum heimlandi)“. Visti tú ikki, hvør segði hetta, kundi tú eftir okkara vanligu uppfatan av orðinum gift spurt, hvør maðurin er. Í vanligu málnýtsluni er hjúnabandið millum mann og konu. Í hesum førinum verður orðið avlagað: „Maður mín er ein kona.““
Sigvald Kristiansen heldur fram :
„Í sambandi við vitjan av íslendska forsætisráðharranum (Jóhonnu Sigurðardóttir) skrivar ein um politikara, sum noktaði at fara til døgurða saman við forsætisráðharranum og konu hansara. Her verður aftur avlagað. Í okkara vanligu málnýtslu um hjúnalag hevur maður eina konu. „Kona hennara“ ber snøgt sagt ikki til at siga.“
- - -

Einum og hvørjum má gerast púra greitt, at her er nakað spinnandi galið. Eg undrist á, at okkara málsligu skilamenn ikki lata við seg koma.
    
Sama kann sigast um fjølmiðlafólk okkara, blaðfólk, útvarps- og sjónvarpsfólk. Ikki eitt kis hoyrist frá teimum um ta málsligu neyðtøku, sum broyting í hjúnalagslógini ber í sær, sambært frammanfyri nevndu dømi.

Í teimum samrøðum, sum fjølmiðlafólk okkara hava havt við samkyndar kvinnur, hava hesar t.d. sagt „gift við konuni í 14 ár…“. Ella sum blaðkvinnan Marita á Rógvu einaferð skrivaði í Sosialinum um eina samkynda føroyska kvinnu:
„Tvístøðu – tað upplivir Marita Thomsen ferð eftir ferð, tá hon kemur heim til Føroyar við konu sínari…“
Slík orðafelli eiga at fáa eina ávaringarklokku at ringja hjá okkara fjølmiðlafólkum, ið verða ofta nevnd varðmenn samfelagsins! Eg havi enn ikki hoyrt ella sæð føroyskt fjølmiðlafólk seta nakran atfinningarsaman spurning hesum viðvíkjandi.
Hjúnalagsliga glíðibreytin í ferð við at ryggbróta bæði mál og kristnu mentan okkara, at gera til veruleika tað, ið Fríðrikur Petersen, próstur, yrkti: „O, móðurmál, stórt er títt fall.“ Men vónandi  er seinasta orðið enn ikki sagt í hesum máli !!!

Tá ið eg lærdi til prentara, vóru prentararnir roknaðir at vera móðurmálsins varðmenn. Prentarin hevði seinastu hond á, áðrenn prentluturin fór til prentingar. Prentarin var góður við føroyska málið. Hann setti æru og heiður í at vera varðmaður tess. Sá hann málsliga villu, rættaði hann hana uttan at blunka.

Svenning av Lofti