Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Eg havi ongan

01.07.2017 - 14:14 - Ásbjørn Jacobsen

Jesus kom til ein sjúkan mann, sum í 38 ár hevði ligið við hylin, Betesda, har tey, ið fyrst komu í hylin, tá ið vatnið varð órógvað, vórðu grødd. Og Jesus spurdi hann:”Vilt tú vera frískur?” Maðurin svaraði honum:”Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið í vatnið verður órógvað.” Jóh. 5,6b-7.

Vónleys og hjartanemandi ljóða orðini:”Eg havi einki menniskja.”    

Men kunnu vit, nútíðarmenniskju, við rætti siga, at hesi hjartanemandi og syrgiligu orð:”Eg havi einki menniskja?” sum hin sjúki bar fram við Betesda hylin – at hesi orð eisini eru galdandi í dag – so mong ár aftaná? Er tað møguligt, at nútíðar menniskju, sum hava gjørt so stór framstig í vælferð og sosialum ábótum, framvegis leita eftir hesum eina menniskja, og finna tað ikki, men mega siga:”Eg havi ongan.”

Vit mega ásanna, at tað framvegis eru menniskju, sum  kenna tað soleiðis.

Vit hava á mangan hátt væl útbygd samfeløg á okkara leiðum við sosialari hjálp og góðum hjálpararbeiði. Í flestu førum koma vit hvør øðrum við, tá ið á stendur.

Men í tí dagliga og persónliga lívinum í øllum meldrinum við krøvum um meiri dugnaskap, meiri vælferð, meiri arbeiði, fleiri pengar. Kann tað ikki lætt føra til, at ein ikki kemur at hava orku til so nógv annað, og stundin til børnini, tey  gomlu, sjúku og onnur verður minni, og hesi tí koma at kenna seg alt meira einsamøll, vraka og vónbrotin, tí at teirra kæru hava ikki so góðar stundir, upptikin sum tey eru bæði av einum og øðrum? Ella summi teirra, sum stríðast og strevast kenna seg ikki at røkka til og liggja at enda undir fyri tí, sum annars skuldi verið við til at ført tey og samfelagið víðari.

Sagt verður, at hóast betri sosialar umstøður og verðsliga vælferð, eru alt fleiri í nútíðarsamfelagnum, sum kenna seg einsamøll, slept upp á fjall, vrakað av øðrum og líða av tunglyndi. Nei, eydnan og hin sanna vælferðin man liggja í hesum at kenna seg elskaðan av onkrum, at koma hvør øðrum við, at vera nakað fyri hvør annan, hava umsorgan fyri hvør øðrum – at kenna seg heima í einum felagsskapi.

Tað hevur verið, er, og framvegis verður sum sálmaskaldið syngur:  
Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð.
318,1 (SFK)

Latum okkum øll biðja!
Himmalski faðir! Armir og óverdigir syndarar eru vit, og ikki eru vit verd at lyfta eygum og hondum upp til tín í bøn; men av tí at tú hevur boðið okkum at biðja, vilja vit vera tær lýðin og koma eftir orðum tínum. Vit líta á náðiga lyfti títt, og í Harra várs Jesu Krists navni biðja vit saman við øllum tínum heilagu á jørð, soleiðis sum Jesus Kristus sjálvur hevur lært okkum:

Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli, so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! Amen.

Emil Olsen, prestur