Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Dárskapurin og vit

25.07.2017 - 09:06 - Kelda: kmf.fo

Tí at, brøður, lítið at kallan tykkara, at tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir máttugir, ikki mangir hábornir; men tað, sum heimurin heldur dárskap, valdi Guð sær út fyri at gera hinar vísu til skammar; og tað, sum heimurin heldur veikt, valdi Guð sær út fyri at gera hinar sterku til skammar; og tað, sum heimurin heldur ringt, og tað, sum vanvirt er, valdi Guð sær út, og tað, sum einki er, fyri at gera tað til einkis, sum er, til tess at ikki skal nakað hold rósa sær fyri Guði. Men honum er tað at takka, at tit eru í Kristi Jesusi, sum er vorðin okkum vísdómur frá Guði og rættvísi og halgan og endurloysing, fyri at, soleiðis sum skrivað stendur: »Tann, sum rósar sær, rósi sær í Harranum.«
1. Kor. 1,26-31.

Orðið um krossin, sjálvt evangeliið, er dárskapurin fyri hendan heim. Men vit sum trúgva, vit eru eisini dárskapur. Vit eru býtt, dárar. I heimsins eygum spilla vit tíðina við at ganga á møti, biðja, lesa í bíbliuni og geva til Guds ríkis arbeiði. Vit hava onnur virðir og eitt annað mál her í lívinum, enn tað, sum heimurin roknar fyri nakað. Vit skulu sostatt heldur ikki meta okkara arbeiði út frá, hvussu heimurin metir tað. Í Opb. 3,1-6 kunnu vit lesa um samkomuna í Sardes. Jesus sigur um hesa samkomuna: "Tú eitist at liva, men ert deyður." Heimurin heldur, at her er ein livandi samkoma. Her er lív í og her er gott at vera. Meta vit hesa samkomu út frá heimsins eygum, so sær alt gott og sterkt út. Hetta er nakað flott og hugtakandi. Men Jesus kallar samkomuna deyða. Tað, sum samkoman byggir á, skal brennast upp á dómadegi.

Hvør er vegurin fram hjá hesi samkomu? Jú, tað er vegurin aftur. Minst til, hvussu tú tókst ímóti og hoyrdi (3,3) sigur Jesus við hesa samkomu. Vend aftur til Orðið. Vend aftur til dárskapin. Vend aftur til ta einastu grund, ið byggjast skal á, Orðið um krossin, evangeliið um Jesus Kristus. Tað er einasta kraft, sum kann skapa lív av deyðum. Samkoman er deyð, men Guds orð kann gera hana livandi aftur.

Í Opb. 3,7-13 møta vit samkomuna í Filadelfia. Hetta er ein samkoma, sum hevur lítlan mátt (v. 8). Hendan samkoman sær ikki út av nøkrum í heimsins eygum. Kanska bert fá fólk koma í samkomuni. Kanska dugir ongin at spæla til felagssangin. Kanska hava tey ikki upplivað nakra veking leingi? Men hóast heimurin metir hesa samkomu sum veika og neyðarsliga, so livir hon. Tey hava varðveitt Guds orð og ikki avnoktað Jesu navn. Tey hava tolin livað við áliti á Guds orð, hóast tey ikki hava sæð veldigar vekingar ella aðra sjónliga frukt.

Og enn meira hugvekjandi er tað, at samkoman, sum sýnist veik, verður ámint um at halda fast. Eg komi skjótt; halt tí fast, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína! (v. 11) Jesus sigur ikki, at tey mugu taka seg sama og gera meir fyri at fáa fólk at koma. Tey skulu ikki gera samkomuna meir innbjóðandi fyri heimin ella seta stór tiltøk í verk, fyri at lokka fólk til at koma. Nei, tey vera ámint um at gera tað, sum tey frammanundan gera. Tey skulu halda fast við Orðið. Halda fast við tað, sum sýnist veikt, men sum er Guds kraft til frelsu.

At enda vil eg spyrja teg, hvat tú hugsar um framtíðina hjá tíni samkomu. Vit kunnu byggja samkomur, sum tykjast stórar og góðar í heimsins eygum. Samkomur har nógv fólk koma, men har tað ikki verður talað um synd ella Guds vreiði – tí tað dámar fólki ikki, og tey tíma ikki at koma, um hetta verður borið fram. Byggja vit samkomur har undirhaldsvirðið hevur størri týdning enn sannleiksvirðið?

Vit kunnu eisini byggja okkara samkomur á Guds orð. Gera vit tað, so er tað upp til Gud, hvør ávøkstur av okkara arbeiði verður. Tá er eingin serligur máti at fáa fólk at koma. Tá hava vit bert álit á, at Guds orð er livandi og ger sín gerning, sum Gud vil. Nær, hvar og hvussu Gud vil. Tá hava vit onki at rósa okkum av annað enn krossinum. Tá er Kristus okkara vísdómur. Ein vísdómurin sum er dárskapur í hesum heimi. Má Gud hjálpa okkum at vera dárar í hesum heimi, so heimurin má síggja, at Kristus Jesus er vorðin okkum vísdómur frá Guði og rættvísi og halgan og endurloysing.

Silas Olofson