Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Børnini ganga aftur í skúla, men kreppan er ikki av

28.11.2017 - 08:11 - Ásbjørn Jacobsen

Aftan á vatnflóðina: Vatnið á skúlanum hjá Barnamissiónini, Home of Peace, hevur tikið seg aftur. Men kreppan er ikki av. Mong í nærumhvørvinum hava mist bæði heim og arbeiði, og nú hjálpir Barnamissiónini teimum neyðstøddu við mati.

Tað var í august, at Bangladesj var rakt av tí ringastu vatnflóðini í 100 ár. Skúlin hjá Barnamissiónini, Home of Peace, liggur í útnyrðingshorninum av landinum og sleppur vanliga undan vatnflóðum. Men ikki hesa ferð.

− Vatnið fór upp um áarbakkarnar og rann inn á skúlaøkið og bygningarnar, so ongi børn sluppu í skúla. Grønmetisakrarnir stóðu undir í vatni, og allur gróðurin rotnaði, greiðir Mary Minakkhi frá. Hon hevur ábyrgdina á skúlanum.

Síðani tá er støðan batnað. Alt vatnið er burtur úr skúlabygningunum og meginpartinum av skúlagarðinum.

− Skúlagongdin er byrjað aftur. Børnini eru so glað, at tey kunnu ganga yvir í skúlan og spæla uttanfyri, sigur Mary Minakkhi.

Men framvegis eru akrarnir so bleytir og runutir, at tað ikki ber til at seta nýggjar plantur niður. Av tí at allur gróðurin í ár er oyðilagdur, er neyðugt at keypa dýrar matvørur aðrastaðni frá. Prísirnir á grønmeti, rísi og fiski eru farnir nógv upp um alt landið. Tann peningurin, sum Barnamissiónin samlaði inn í samband við neyðstøðuna í Bangladesj, verður brúktur til at keypa mat til næmingarnar á skúlanum og til nýtt sáðkorn til akrarnar.

Men peningurin fer eisini til neyðhjálp til raktar familjur í økinum. Nógv hava mist hús og heim. Haraftrat hava tey, ið arbeiða sum dagleigarar, mist arbeiði og inntøku, av tí at arbeiðið á akrunum er steðgað. Nógvir mánaðir fara at ganga, áðrenn nakað kann heystast á akrunum aftur.

Kristnar kirkjur á staðnum hava tikið á seg at hjálpa 4000 familjum (í alt uml. 24000 fólkum) í økinum við mati. Hvør familja fær 20 kg av rísi, eitt kg av linsum, tvey kg av salti og eitt kg av matolju – fyri at halda hungurin frá durunum. Hesa verkætlan fer Barnamissiónin at stuðla.

− Tað er ótrúligt at síggja, hvussu stórt gávumildni hjá okkara gevarum er. Tá vanlukkan rakar, standa vit saman um at gera nakað eyka, sigur aðalskrivarin í Barnamissiónini Bo Wallenberg.

− Undirtøkan var ómetaliga stór, tá vit sendu neyðarrópið út fyri Bangladesj. Skúlin hjá okkum fær ta hjálp, honum tørvar, og vit kunnu eisini veita fólki uttan fyri skúlan hjálp. Tað eri eg ótrúliga glaður fyri!

EVA RUDERSTAM

Hjartans tøkk fyri alla tykkara hjálp, má Jesu friður hvíla yvir tykkum.

Ynska tygum at geva eina gávu til Bangladesj, vinarliga viðmerk: VATNFLÒÐ

Tygum kunna geva gávuna her:
Skandinaviska Barnamissiónin
Postgiro; 9870-4310471
Norðoya Sparikassi: 9865-101.620.7
Betri Banki: 9181-120.980.0
BankNordik: 6460-101.594.1
Suðuroyar Sparikassi: 9870-101.148.1

Tygum kunnu eisini stuðla Barnamissiónini í síni heild, við at
RINGJA 90 56 57 og kr. 100 verða skuldskrivaðar tíni
telefonrokning.

"Skandinaviska Barnamissiónin við Jesusi fyri børnini" Føroya deild er á facebook

Skandinaviska Barnamissiónin
við Jesusi - fyri børnini