Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Blái Krossur økir um virksemið

20.10.2017 - 14:33 - Ásbjørn Jacobsen

Blái Krossur hevur millum annað sum endamál at verða ein virkin felagsskapur kring landið. Tí er tað við stórari gleði, at Blái Krossur nú fer at økja um virksemi í Suðuroy.

Blái Krossur hevur ogna sær bygning á Tvøroyri, har endurnýtslan verður í niðaru hæddini og arbeiðið hjá felagsskapinum kemur at verða í ovaru hæddini.

Aðalskrivarin hjá Bláa Krossi, Dakko Petersen, sigur, at tað er av stórum týdningi, at Blái Krossur sum felagsskapur, kann røkka alla staðni í landinum og tí er hetta seinasta stigið sera gleðiligt.

Arbeiðið hjá Bláa Krossi í Suðuroy er ikki nýtt. Fyrsta Blá Kross felag var nevnliga stovnað í Hvalba í 1904. Tað var presturin Franz Busch, ið tók stig til at stovnað eitt føroyskt felag. Blái Krossur var upprunaliga stovnaður í 1877 í Sveits.

Blái Krossur er ein kristin avhaldsfelagsskapur, ið arbeiðir fyri at hjálpa teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum og familjum teirra. Harumframt arbeiðir felagsskapurin eisini fyri at fyribyrgja, at fólk ikki koma í trupulleikar av rúsdrekka ella rúsi.