Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Bíbliuskeið um Opinberingina

14.06.2017 - 14:37 - Ásbjørn Jacobsen

Árliga bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Nesvík frá 24. til 27. august.

Í ár verður tað Hans Ole Bækgaard, prestur og formaður í Indre Mission í Danmark, sum fer at undirvísa.

Hann fer at gjøgnumganga Opinberingina, síðstu bókina í Bíbliuni, sum møguliga hevur nakrar av løgnastu, men samstundis mest spennandi kapitlunum í Bíbliuni.

Vælkomin á eitt spennandi og gevandi skeið saman við Guds orði og Guds fólki, skrivar trubodin.fo

Skráin verður lýst seinni.