Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Betesda 100 ár - stórfingið hátíðarhald

26.09.2017 - 07:27 - Ásbjørn Jacobsen

Tað eru í hesum døgum 100 ár liðin síðani samkoman í Betesda í Klaksvík byrjaði, og somuleiðis eru tað 100 ár síðan fyrsti salurin varð tikin í brúk, sum longu tá fekk navnið Betesda. Fyrsta Betesda varð tikið í brúk í 1917.


Samkoman hevur ynskt at hátíðarhalda 100ári við eini drúgvari skrá, sum fevnir yvir september og oktober. Hátíðarhaldið byrjaði við einum sokallaðum Betesdadegi leygardagin 02. september, har øll samkoman, bæði børn og vaksin, hugnaðu og stuttleikaðu sær í og uttanfyri Betesda allan seinnapartin, har tað bæði varð sungið og grillað.


100ára hátíðarskráin er býtt upp í fýra evnisvikur, har evni tað fyrstu vikuna var FAMILJAN OG HJÚNABANDIÐ. Onnur vikan, sum fevnir frá sunnudegnum 17. september til sunnudagin 24. september er sjálv hátíðarvikan, har nógv søguligt er á skránni við framsýningum, hugleiðingum og fyrilestrum í Betesda.


Seinasta sunnukvøld varð hugleitt um gongdina í samkomuni seinastu 100 árini, men tað varð eisini hugt frameftir. Áhugaverdar samrøður eru eisini við eldri og yngri fólk í samkomuni.


Í gjárkvøldi hevði Jógvan við Keldu fyrilestur um sang og tónleik í samkomuni, og í kvøld, mikukvøldið 20. september kl.20:00, hevur Símun Absalonsen fyrilestur, sum hann kallar: AV VIÐAREIÐI TIL KLAKSVÍKAR, og í annaðkvøld hevur Eyðun Eltør fyrilestur um VEKINGINA Í KLAKSVÍK FYRST Í SEKSTIÁRUNUM OG FRAM TIL ÁTTATIÁRINI.


100-ára haldið heldur fram allan oktober mánaða. Dagarnar 06. oktober til 22. oktober verður evni HIRÐATÆNASTAN, og í døgunum 23. oktober til sunnudagin 29. oktober, verður evni BØN, TRÚBOÐAN OG EVANGELISERING, og við hesum endar 100-ára-haldið hjá Betesda.


Skráin sæst inni á BETESDA.fo


Samkoman í Betesda sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin, eisini tey, sum ikki vanliga koma í Betesda.


Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus

gjaranes@gmail.com