Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Atlantic Mission komin heim av missiónsferð

08.07.2017 - 08:01 - Tíðindaskriv

Væl eydnað vitjan í Norra 25.04. – 10.05.2017.


Mikumorgunin 10. mei kl.09:00 kom trúboðaraskipið Juvél II, sum Atlantic Mission nýtir til endamálið, aftur á Klaksvík eftir at hava verið missiónsferð á oynni Bømlo í Norra í døgunum 25. apríl til 10. mai.


Týsdagin, 25. apríl kl.13:15 legði Juvél II frá gomlu ferjuleguni í Leirvík við kós móti Norsku oynni Bømlo. Umborð var ein manning upp á 12 persónar við Gullak Gullaksen úr Leirvík sum skipara. Av tí, at nakrir luttakarar fóru við flogfari úr Føroyum til Norra, vóru í alt 17 luttakarar í ferðalagnum.


FARVÆLLØTA Í LEIRVÍK

Tað var væl av fólki, m.a. familja og kenningar hjá manningini, sum hevði leitað sær oman á gomlu ferjuleguna at heilsa uppá og siga farvæl. Ein stutt fráfaringarløta varð hildin, har øll manningin stóð á bátadekkinum og sang “nógv fagrari fríðari,” sum mangan verður sungin undir tílíkum umstøðum.


Ein stutt heilsan varð borin fram av einum av manningini, har nevnt varð um tiltiknu norsku víkingarnar, sum, fyri umleið 1100 árum síðani, komu m.a. frá umráðnum við Bømlo til Føroyar at taka nýtt land. Nevnt varð, at nú verður farið úr Føroyum aftur til Norra at taka nýtt land, men hesaferð verður tað nýtt land fyri Guds ríki.


NEYÐSTØÐA

Tá vit høvdu loyst frá landi ynskti skiparin, at øll manningin møtti á bátadekkinum, har kunning var givin um framferðaháttin í eini møguligari neyðstøðu. Sámal Rasmussen, ein av maskinmonnunum, vísti manningin hvussu man letur seg í eina flótidrakt. Tað eru 21 flótidraktir umborð á Juvél II.


FERÐAÆTLAN

Ferðin millum Føroyar og Bømlo tekur millum 40 og 43 tímar. Juvél II kann sigla upp til 10 míl. Endamálið við ferðini hjá Juvél II var, sum á øllum undanfarnum ferðum, at evangeliserað. Hetta varð framt við góðum samstarvi við lokalar samkomur og føroyingar, sum búgva á oynni, har ímillum Sólvá og Poul Rasmussen, sum hava búleikast og arbeitt á oynni í mong ár.


Vitjað varð í trimum havnabýum við skipinum. Fyrsta havnin var Langevåg, sum liggur har suðuri á oynni. Síðani varð farið til Urangsvåg, sum liggur norðaliga á oynni, og seinasti havnabýur á ferðini var Mosterhamn, sum liggur á eystursíðuni av Bømlo. Tað tekur millum 3 og 4 tímar at sigla millum hesi støðini. Bømlo er næsta grannaoyggj til oynna Stord har syrgiliga flogvanlukkan hjá Atlants Flog hendi fyri árum síðani, har ein av flogternunum lat lív.


LANGEVVÅG

Bæði í Langevåg og Urangsvåg varð skipað fyri almennari móttøku, tá skipið kom til bryggju. Hósdagin 27. apríl kl.17:00 kom Juvél II til bryggju í Langevåg har almenn móttøka var. Tað var gott veður og nakað av fólki var komið oman á kajuna, har ímillum presturin í Langevåg, Roald Drønen, sum er ein kendur og væl lýddur persónur í síni sókn.


Presturin, Roald Drønen, hevði eina móttøkurøðu, har hann m.a. nevndi norsku víkingarnar, sum komu til Føroyar, og legði skemtandi afturat, at í hesum døgum hava teir ment seg til 50.000 eftirkomarar, við tað, at fólkatalið í Føroyum, júst í hesum døgum, er farið upp um tey 50.000 fyri fyrstu ferð í túsund ár.


URANGSVÅG

Í Urangsvåg var veðrið av tí allar vakrasta, tá Juvél II kom inn ímóti bryggjuni, sjálvan arbeiðaradagin 01 mei, har nógv fólk var komið at taka ímóti. Havnamaðurin, Jørgin Gunnarson, sum hevur búð og arbeitt á oynni í mong ár, hevði skipað fyri, at manskórið “Havdur” sang undir móttøkuni.


Borgarstjórin á oynni, Odd Harald Hovland, var boðin at taka ímóti, og tað gjørdi hann sera heiðurliga. Hann hevði eina frálíka móttøkurøðu, har hann kom inn á, at í dag eiga vit at byggja brýr heldur enn at byggja múrar, og hann gleddist yvir, at henda vitjanin var við til at byggja brúgv millum Føroyar og Bømlo.


Eftir borgmeistaran hevði Svenning av Lofti eina takkarrøðu, har hann handaði borgmeistaranum eina av teim nýggjastu loftmyndabókunum av Føroyum. Eftir almennu móttøkurnar vórðu fólk boðin umborð, har kokkarnir, Rúni Johansen úr Streymnesi og Hjalmar Frederiksen úr Klaksvík borðreiddu við drekka og alskins køkum.


MOSTERHAMN

Fríggjamorgunin 05. mei varð farið úr Urangsvåg við leið móti býnum Mosterhamn, sum liggur á eystursíðuni á Bømlo. Mosterhamn er seinasta havnin hjá Juvél II. Har var ikki almenn móttøka, men toymið fekk eisini har eina kærleiksfulla móttøku í samkomunum á staðnum.


Tey trý atløguplássini, sum skipið brúkti, eru privatogn, og á øllum trimum støðunum fekk skipið stóra vælvild og varð frítikið fyri havna- og vatngjald. Hetta tí, at fólk seta virði í eina maritima tænastu sum hesa.


Skipið lá 3 – 4 dagar í hvørjari havn. Um dagin varð farið í húsini við kristiligum lesnaði, og um kvøldi vitjaði toymið samkomur í nærøkinum, har møtir vórðu hildin hvørt kvøld. Útimøtir, eins væl og ungdóms- og barnamøtir, vóru eisini á skránni. Eisini vitjaði toymið á ellis- og røktarheimum, har møtir vórðu hildin. Umframt at hava møtir í landi so hevði toymið eisini møtir umborð fyri bæði børnum, ungum og vaksnum.


Ruth Gaardlykke hevði ábyrgdina av ungdóms- og barnamøtum undir vitjanini, væl stuðla av ungu fólkunum í toyminum, Rúni Rógvason Rasmussen, Runavík, Sámal Rasmussen, Klaksvík og Marjun Blábjørg, Srendur, sum megnaðu sera væl at taka sær av ungum og børnum.


SVEIN OG MC

Kendu føroysku tónleikararnir, Svein í Prestgarði og MC Restorff, vóru við í toyminum. Talaða orðið og tónleikurin var ein berandi eind á allari ferðini. Tað var heilt eyðsæð, tá Svein slerdi á guitarstreingirnar og MC lat fingrarnar fara yvir klavertangentarnar, og mikrofonirnar bóru sangrøddirnar hjá báðum út í salin, at áhoyrararnir gjørdust bergtiknir av góða sanginum og teirra frálíka spæli. Eftir hvørt møti varð fólkið boðið umborð til drekka, køkur og bollar, sum varð givið umborð í stórum nøgdum, áðrenn farið var úr Føroyum.


Hvønn morgun eftir morgunmat varð ávíkavist andakt og bíbliutími hildin umborð, og síðani varð tosað um skránna fyri dagin. Teir 12 dagarnar, ið toymið evangeliseraði á oynni, var rættuligt summarveður, har veðrið og oyggin vísti seg frá síni blíðastu og vakrastu síðu.


FERÐIN LIÐUG

Sunnukvøldið 07. mei kl.17:00 var seinasta møtið á ferðini. Hetta var í samkomuni Betania í Mosterhamn við fullsettum sali. Nógv fólk kom umborð hetta seinasta kvøldið at siga farvæl.


Klokkan gott 10 mánamorgunin 08. mei fór Juvél II av Moster vestur um hav við leið móti Føroyum, og mikumorgunin 10. mei kl.09:00 sigldi Juvél II inn á Klaksvík eftir eina væl eydnaða 12-daga-missiónsferð í Norra. Áðrenn siglt varð inn á Klaksvík ynskti skiparin, at øll manningin savnaðist á brúnni til eina takkarløtu fyri signing og varðveitslu Guds undir allari ferðini – og nógv er at takka fyri!


JUVÉL II VÆL EGNAÐUR

Juvél II er ómetaliga væl egnaður til tílíkar evangeliseringsferðir. At koma í eina havn við einum skipi og hava skipið sum høvuðsbasa, er nakað heilt unikt; tað er einki, sum líkist tí. Øll vita um vitjanina, og skipið kann brúkast sum savningarstað til møtir, sangløtir, hugnaløtir og enntá sum ein flótandi bókakafé. Lokala pressan er altið áhugað í tílíkum vitja num, og tíðliga á túrinum kom umboð fyri oyggjablaðið BØMLO NYT umborð at hava interview og taka myndir. Tveir dagar seinni var ein heil síða við teksti og myndum um skipið og vitjanina. Vitjanin var annars væl lýst í blaðnum, sum kemur í hvørt hús á oynni, og eisini vóru innbjóðingar bornar í húsini av lokalum ungdómi.


LÝSING AV TOYMINUM

Gullak Gullaksen, Leirvík, var skipari, Hegin Sevdal, Leirvík, stýrimaður. Jógvan Páll Sevdal, Leirvík var maskinstjóri, saman við maskinmonnunum Finnbjørn Hansen, Leirvík og Sámal Rasmussen, Klaksvík. Kokkar vóru Rúni Johansen, Streymnes og Hjalmar Frederiksen, Klaksvík. Dekkarar vóru Arni Johansen, Hirtshals og Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar. Mariann Restorff, reingerðing


Svenning av Lofti, toymleiðari. Birgit av Lofti var eisini við í toyminum. Svein í Prestgarði, Hvalba, MC Restorff, Tórshavn og Páll á Lakjuni vóru tónleikarar á ferðini, væl stuðlaðir av Rúna Rógvason Rasmussen, Runavík og Rúna Johansen, Streymnesi.


Ruth Gaardlykke, Argir, barna- og ungdómsarbeiðið, væl stuðlað av Marjun Blábjørg, Strendur, Rúna Rógvason Rasmussen, Runavík og Sámal Rasmussen, Klaksvík. Høvuðskontaktliðið á staðnum vóru Sólva og Poul Rasmussen, sum búgva á Bømlo. Sólva er úr Fuglafirði og Poul er úr Søldarfirði.


Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus

gjaranes@gmail.com
(netavrit)