Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Arbeiðsdagur í Leguhúsinum leygardagin

07.06.2017 - 13:42 - Ásbjørn Jacobsen

Leygardagin tann 10. juni er aftur arbeiðsdagur í Leguhúsinum í Nesvík! Hetta er ein dagur, har øll – kvinnur og menn, ung og gomul – kunnu vera við til at gera umstøðurnar í okkara Leguhúsi enn betur!

Byrjað verður við andakt og morgundrekka kl. 9:00, og so verður farið í gongd at arbeiða.

Arbeiðsuppgávurnar umfata millum annað:

    Reingerð
    Mála kømur og loft
    Smíða bonk/hálvvegg til spælirúm
    Rudda og mála uttandura
    umframt aðrar uppgávur
    (sum altíð verða uppgávurnar lagaðar eftir, hvussu mong møta)

Á middegi bjóða vit døgurða og arbeiðsdagurin endar kl. 16:00.

Vónandi verða mong við, tí arbeiðsdagarnir muna væl, og úrslitið er til gleði fyri tey mongu børnini, ungu og vaksnu, sum koma á legu! Fyri matgerðina er best, um tit boða frá luttøku á telefon 230076, til ella við at senda persónlig boð til Leguhúsið á Facebook.

GG: Um onkur ynskir at koma kvøldið fyri, ber sjálvandi til at gista í Leguhúsinum!

Fyribils takk og við bøn um Guds signing!