Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Andakt: Harri, bjarga okkum!

06.06.2017 - 08:05 - Ásbjørn Jacobsen

Og sí, tá varð harðveður á vatninum, so at báturin fjaldist av aldunum; men Jesus lá og svav. Og teir fóru og vaktu hann og søgdu:”Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur!” Matteus 8,24-25.

Meðan himmalin tykist afturlatin og lívið tykist hart, tungt og svárt og at fara illa við so mongum menniskjum, er Jesus okkara millum sum tann, ið svevur.

Tað løgna og merkisverda, men samstundis gleðiboðskapurin í hesi frásøgnini er, at harðveðrið tekur til, men Jesus svevur.

Hvat skulu vit tá gera, tá ið illveður leikar á í okkara lívi, og vit eru um at ganga burtur? Vit skulu fara til hansara í bøn, vakja hann og siga:”Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur!” Hetta er ein stutt bøn, men ber í sær høvuðsinnihaldið í eini og hvørji bøn, eisini tá ið bønin er tigandi og fer upp til Guðs sum eitt tigandi suff ella neyðarróp úr sjálvum hjartadýpinum, og vit ikki megna orðini.

Fara vit til Jesus við neyð okkara, eru vit komin til hansara, sum kennir stúranir okkara, ræðslu og ótta, okkara tvørrandi trúgv og álit á Guð. Tá eru vit komin til hansara, ið gav seg sjálvan og lív sítt fyri at taka óttan frá okkum og  geva okkum mót og trúgv til at liva lívið soleiðis, sum tað nú einaferð er okkum lagað við øllum tí, sum annars møtir okkum.

Tí skulu vit ikki falla í fátt og lata mótloysi fáa valdið á okkum, men halda á at gera dagsins gerning við trúskapi og við vón til tað framtíð, sum eina liggur í Guðs hondum.

“Harri bjarga mær! Eg gangi burtur!” Men Jesus svevur, ikki fyri at vísa líkasælu, men fyri at vísa tryggleikan í hesum at hvíla í Guðs hondum.

Tá ið harðveður leikar á og lívshús okkara ridlar, er gott at læra av Jesusi, tá ið vit hoyra, at hann mitt í harðveðrinum svav: at vit undir øllum lívsins viðurskiftum, eisini tá ið hart leikar á, tó mega kenna okkum trygg í Guðs hondum og hvíla í náði hansara og kærleika.

Latum okkum øll biðja!
Himmalski faðir! Armir og óverdigir syndarar eru vit, og ikki eru vit verd at lyfta eygum og hondum upp til tín í bøn; men av tí at tú hevur boðið okkum at biðja, vilja vit vera tær lýðin og koma eftir orðum tínum. Vit líta á náðiga lyfti títt, og í Harra várs Jesu Krists navni biðja vit saman við øllum tínum heilagu á jørð, soleiðis sum Jesus Kristus sjálvur hevur lært okkum:

Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli, so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! Amen.

Emil Olsen, prestur