Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Andakt: Gud er góður

02.06.2017 - 09:47 - Ásbjørn Jacobsen

Guð er góður við tey ótakksomu og illu. Verið miskunnsom, eins og Faðir tykkara er miskunnsamur. Lukas 6,35-36.

Tað er vist eingin trupulleiki at vera góður og miskunnsamur ímóti teimum takksomu og dámligu. Tað kann beinleiðis vera hugaligt, ja, ein fragd at vera miskunnsamur, tá ið vit síggja, at tann, sum vit vísa miskunn ímóti, er okkum takksamur, iðrar seg og enntá kanska leggur á annan bógv og gerst eitt betri menniskja.

Harafturímóti er torførari at vísa miskunn, tá ið vit síggja, at viðkomandi er eitt ótakksamt bakbeist, sum óbroytt heldur fram í sama illskapi.

Men Jesus talar um, at vit skulu vera miskunnsom, eins og faðir okkara er miskunnsamur, og hann er miskunnsamur ímóti teimum ótakksomu og illu.  

Guð er góður ímóti okkum, sum so mangan gera tað, ið skeivt er, og førir av leið.
Tí eiga vit sum børn hansara at vera á sama hátt ímóti teimum ótakksomu og illu, av tí einfaldu grund, at Guð er so ófatiliga góður ímóti okkum, sum heldur ikki hava góðsku hansara uppiborna.

Tað byrjar við Guðs kærleika, sum hann hevur sýnt okkum í syni sínum. Tá ið Guð lítur at mær, sær hann ein, sum Jesus er deyður fyri, og tá ið eg líti at mær sjálvum og medmenniskja mínum, má eg á sama hátt síggja tvey menniskju, sum Jesus doyði fyri, og vit kunnu tá  møta hvør øðrum í Guðs kærleika og vísa hvør øðrum miskunn.

Latum okkum øll biðja!

Himmalski faðir! Armir og óverdigir syndarar eru vit, og ikki eru vit verd at lyfta eygum og hondum upp til tín í bøn; men av tí at tú hevur boðið okkum at biðja, vilja vit vera tær lýðin og koma eftir orðum tínum. Vit líta á náðiga lyfti títt, og í Harra várs Jesu Krists navni biðja vit saman við øllum tínum heilagu á jørð, soleiðis sum Jesus Kristus sjálvur hevur lært okkum:
Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli, so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.
Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! Amen.

Emil Olsen, prestur