Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Andakt: Ein livandi vani

10.06.2017 - 09:17 - Ásbjørn Jacobsen

Jesus fór, sum siður hansara var, hvíludagin inn í samkomuhúsið. Lukas 4,16.

Mangan verður sagt um menniskju, at tey gera hetta ella hatta bara av vana. Tað er: Tey gera tað bara – hjartað er ikki við – og tí er vani teirra týdningarleysur, ein útvortis siður, ið minnir okkum á hykl. Hetta er ikki minst galdandi, tá ið talan er um kirkjugongd. Men her er vert at leggja til merkis tað, sum verður sagt okkum um Jesus, at hann, sum siður hansara var, hvíludagin fór inn í samkomuhúsið. “Sum siður hansara var.” Vit kundu tað sama sagt:”Sum hann var vanur.”

Tí kunnu vit als ikki skúgva vanar til síðis sum nakað, ið er týdningarleyst – sum nakað, ið er ein forðan fyri sonnum og livandi trúarlívi, tí at tá seta vit okkum upp ímóti Jesusi sjálvum. Hann helt fast við siðir og vanar.

Sjálvsagt kann tað vera so, at summi menniskju koma í kirkju av berum vana, tí at tey nú einaferð eru vaksin upp í hesum – uttan at hetta sigur teimum nakað ella hevur týdning fyri lív teirra saman við Guði og næstanum. Tað sama kann vera galdandi møtigongd. Tey fylgja bara við. Her er tá talan um ein deyðan vana. Men vanin sjálvur eigur ikki at verða vanvirdur fyri tað, tí at tað er ikki vanin, sum hevur skyldina, men menniskjað sjálvt.

Eisini hjá tí menniskja, sum livir í trúgv og inniligum sambandi við Guð, verður talan um vana. Her er tá talan um ein livandi vana. Tað avgerandi má vera, at vit liva í trúnni á Guð, náði hansara og kærleika í Jesusi Kristi. Ongantíð betur um tað verður ein vani – ein livandi vani.

Latum okkum øll biðja!
Himmalski faðir! Armir og óverdigir syndarar eru vit, og ikki eru vit verd at lyfta eygum og hondum upp til tín í bøn; men av tí at tú hevur boðið okkum at biðja, vilja vit vera tær lýðin og koma eftir orðum tínum. Vit líta á náðiga lyfti títt, og í Harra várs Jesu Krists navni biðja vit saman við øllum tínum heilagu á jørð, soleiðis sum Jesus Kristus sjálvur hevur lært okkum:

Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli, so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! Amen.

Emil Olsen, prestur