Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Áminning um viðvending

04.07.2017 - 07:08 - Ásbjørn Jacobsen

Leitið til Harrans, meðan hann er at finna, kallið á hann ta stund, hann er nær.

Hin gudleysi vendi um frá vegi sínum, og órættarmaður frá svikaráðum sínum og vendi sær til Harrans, tá skal hann miskunna honum, til Guðs várs, tí at hann fyrigevur ríkliga.

Tí at hugsanir mínar eru ikki hugsanir tykkara og vegir tykkara ikki vegir mínir, sigur Harrin; v9  nei, sum himin er hægri enn jørðin, soleiðis eru vegir mínir hægri enn vegir tykkara og hugsanir mínar hægri enn hugsanir tykkara.

Tí at eins og regn og kavi falla av himni og ikki fara aftur hagar, fyrr enn jørðin er vætað og vorðin gróðursom og hevur latið tað spretta og givið sáð til at sáa og breyð til at eta, soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til.

Ja, við gleði skulu tit fara avstað og í friði verða fylgd á veg; undan tykkum skera fjøll og heyggjar í fagnaðarróp, øll markarinnar trø klappa lov í lógva; har sum áður vóru tistlar, vaksa sypristrø, og myrtur vaksa har, sum áður var lyngur; tað skal vera Harranum til heiðurs og tekins, ið aldrin skal verða útstrikað.

Jesaja 55, 6-13.